Ongi úrslit

Tveir ungir bilførarar fingu koyriforboð

Áki Bertholdsen
9. desember 2025 kl. 07:44

Afrur í gjár varð løgreglan á ferð og gjørdi ferðmátingar. Hesa ferð var tað Eysturoyggin og Norðurstreymoy, sum stóðu fyri tørni.

Og tað varð dýrt hjá fleiri bilførarum. Løgreglan sigur, at tveir bilførarar vórðu tiknir í bygdum øki í Eysturoy fyri at koyra góðar 70 kilometrar um tíman har tað annars er loyvt at koyra 50. Tað fáa teir bæði bót, og klipp í koyrikortið fyri.

Verri var hjá tveimum ungum bilførarar, sum koyrdu á strekkinum ímillum Hvalvík og Kollafjørð. Har er loyvt at koyra 80, men har koyrdu tveir ungir bilførarar so skjótt, at teir fingu rætt og slætt koyriforboð.

Tað fingu teir tí at teir vóru so ungir, at teir hava havt koyrikortið styttri enn trý ár. Teir vórðu skuldsettir fyri at koyra beint undir 120 kilometrar um tíman, og tað er nokk hjá nýggjum bilførarum til at fáa koyriforboð.

Annars fekk ein bilførari eisini bót, tí at ymsar perur á bilinum ikki lýstu.

Mest lisið hesa vikuna

Nógvir føroyingar í kirkju í Oslo í morgun

18. januar kl. 15:46

Hann stúrir fyri gongdini við útlendingum í Føroyum - nú skulu tøl á borðið

21. januar kl. 08:51

Turrur fiskur gevur styrki og orku

17. januar kl. 16:19

Montenegro tímdi ikki at spæla

20. januar kl. 18:44

Nú geva tunlarnir ikki longur hall

19. januar kl. 09:34

Pápi og tvey børn sluppu óskadd frá ferðsluóhappi

18. januar kl. 09:41