Ongi úrslit

Tórshavnar Býráð fer at leggja gjald á tóm hús

Áki Bertholdsen
11. desember 2025 kl. 11:14

Eisini Tórshavnar býráð ætlar nú at leggja tænastugjald á hús og íbúðir í kommununi, har eingin er skrásettur at búgva.

Nú verður málið lagt fyri býráðið, men tá ið hetta er eitt tilmæli frá meirilutanum í býráðnum, er einki at ivast í, at tað verður samtykt.

Í hesum sambandi verður hugsað tænastugjald á bæði vanlig sethús, tvíhús, raðhús og hús, sum millum manna verða nevnd summarhús.

Men talan verður eisini um tænastugjald á íbúðir í íbúðablokkum og íbúðir í virkisbygningum og íbúðir á neystaloftum.

Hinvegin skal avgjald ikki rindast av íbúðum í húsum, har eigarin sjálvur býr, og har íbúðin ikki er frámatrikulerað sum sjálvstøðug íbúð.

Umhvørvisstovan hevur mett, at tað eru 477 bústaðir í kommununi, sum standa tómir og tænastugjaldið verður 6,264 krónur um árið.

Eftir hesum gevur tænastugjaldið á tóm býli Tórshavnar kommunu, slakar tríggjar milliónir í inntøkum.

Hinvegin metir Tekniska fyrisitingin hjá Tórshavnar kommunu, at 824 bústaðir standa tómir í kommununi.

Við hesum tølunum, sum grundarlag, hevði tænastugjaldið givið slakar 6,2 milliónir í inntøkum.

Sostatt verður mett at tænastugjaldið fer at geva Tórshavnar kommunu einastaðni millum slakar tríggjar og og góðar seks milliónir í inntøkum um árið.

Í minnilutanum í býráðnum eru tað, taka hvussu so er, Tróndur Sigurðsson og Høgni Vilhelmsen, ikki undir við málinum.

Mest lisið hesa vikuna

Nógvir føroyingar í kirkju í Oslo í morgun

18. januar kl. 15:46

Hann stúrir fyri gongdini við útlendingum í Føroyum - nú skulu tøl á borðið

21. januar kl. 08:51

Turrur fiskur gevur styrki og orku

17. januar kl. 16:19

Montenegro tímdi ikki at spæla

20. januar kl. 18:44

Nú geva tunlarnir ikki longur hall

19. januar kl. 09:34

Pápi og tvey børn sluppu óskadd frá ferðsluóhappi

18. januar kl. 09:41