Ongi úrslit

Viðmerking til grein á dimma.fo

© Mynd: HB
Dimma.fo
2. apríl kl. 15:51

Nevndin í Havnar Bóltfelag:

Viðmerking til grein á dimma.fo

Vísandi til grein á dimma.fo við yvirskriftini ”HB spælari noktaði at taka í hondina á Annu Falkenberg”, sum síðani er endurgivin á in.fo, koma vit við nøkrum rættleiðingum.

Greinin er skrivað á einum ógvuliga tunnum grundarlagi, sum gevur eina misvísandi mynd av støðuni. Vegna sína trúgv tekur spælarin, Lassana Faye, ikki í hondina á kvinnum. Hansara máti at heilsa virðiliga er við at leggja hondina á hjartað og bukka. Nakað sum hann eisini gjørdi í hesu støðuni. Og tað er týdningarmikið at staðfesta, at hetta er ikki ein avvísing ella at vísa vantandi virðing fyri kvinnum. Men hetta er grundað á hansara persónsligu trúgv og sannføring.

Greinin hevur tíverri ført við sær at fleiri rasistiskar viðmerkingar eru skrivaðar um spælaran. Nakað sum vit slett ikki kunnu góðtaka, og vit standa fult og heilt aftanfyri okkara spælara og fordøma alla rasismu.

Fótbóltur snýr seg um felagsskap, virðing og inklusión. Og tað er okkara vón, at bæði miðlar og almenningur virða hetta, soleiðis at vit kunnu fáa eitt virðiligt kjak um hetta.

Í HB er pláss fyri øllum. Vit gera ikki mun á nøkrum vegna rasu, húðarlit, tjóðskaparligan ella etniskan uppruna, trúgv, kynsligan samleika ella brek.

Nevndin í Havnar Bóltfelag

Mest lisið hesa vikuna

Býráðslimir blivu rørdur og fóru upp at ristast - av navninum á einum vegi

26. mai kl. 12:00

»... Í ódnini fell alt í fátt

23. mai kl. 20:00

Nýggj Dimmalætting í sølubúðunum. Lærarin elskaði at fáa flokkin at flenna eftir mær

7 tímar síðan

Sea Shepherd aftur í Føroyum - leita í ruskbingjum eftir mati

27. mai kl. 16:36

Eg slepti ætlanini tí eg brendi meg um fingrarnar

28. mai kl. 12:41

Myndir: HB vann 2-1 móti Víkingi

Í gjár kl. 17:48