Ongi úrslit

HB spælari noktaði at taka í hondina á Annu Falkenberg

Nýggi hollendski spælarin hjá HB vildi ikki heilsa upp á skrivaran í felagnum

Jonhard Hammer
2. apríl 2025 kl. 11:56

Av tí at 1. apríl var í gjár, hava nógv fólk ringt og spurt um hetta var ein apríl-søga, tað er tað ikki, tí leggja greinina út aftur.

Sunnudagin var nýggjur spælari á HB liðnum. Hann eitur Lassana Faye, og hann er úr Hollandi.

Í 4-0 heimasigrinum ímóti FC Suðuroy kom hann á vøllin í 29. minutti. Hann avloysti Ára Mohr Jónsson, sum noyddist skaddur av vøllinum.

Tá ið nýggi spælarin var komin til landið, var hann og heilsaði upp á nevndarlimirnar í HB. Góðar keldur í HB siga, at tað heilt merkisverda við hesi løtuni saman við HB nevndini var, at nýggi hollendski spælarin ikki vildi taka í hondina á Annu Falkenberg, sum er skrivari í HB, og sum eisini er fólkatingslimur.

Umframt at vera skrivari í HB og fólkatingslimur er Anna Falkenberg nývald næstforkvinna í Sambandsflokkinum.

Vit hava spurt Annu Falkenberg, hvat hon heldur um, at HB hevur spælara á besta liðnum, sum noktar at taka í hondina á skrivaranum í felagnum, og um hon ætlar at gera nakað við hetta, og um hon ikki heldur, at hetta er ringt signal at senda til allar kvinnur í Føroyum.

Anna Falkenberg hevur lisið spurningarnar, men hon hevur ikki svarað okkum. Tá ið hon svarar, venda vit aftur til hesa søguna.

Mest lisið hesa vikuna

Eg fari ikki at liggja á knæ fyri búgvandi á skúlaheiminum

23 tímar síðan

Silvurdrongur takkar fyri seg

16. apríl kl. 14:52

Lønirnar hjá fleiri útlendskum sjómonnum við føroysum skipum eru ov høgar

12 tímar síðan

Tað er brot á mannarættindini

16. apríl kl. 13:47

Nógv havnarfólk hava havt vitjan av løgregluni í nátt

16. apríl kl. 07:41

Haldi tykkum burtur

17. apríl kl. 20:02