Ongi úrslit

Tað nyttaði ikki at heita á landsstýrismannin - so nú má Løgtingið skera tað út í papp

Hetta er ein roynd at hjálpa løgregluni at uppklára harðskap

Áki Bertholdsen
14. mars kl. 13:40

Nú má Løgtingið taka um endan, og skera út í papp, at tað er rætt at seta vakmyndatól upp í náttartólinum.

Tað sigur Henrik Old, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin.

Løgtingið viðgerð eitt uppskot frá Sambandsflokkinum um at geva kommunum heimild til at seta vakmyndatól upp í náttarlívinum.

Løgtingið hevur áður samtykt at heita á landsstýrismannin í lógarmálum, Bjarna Kárason Petersen, um at taka málið upp.

Landsstýrismaðurin hevur sagt, at hann er ikki talsmaður fyri vakmyndatólum, men vil Løgtingið tað, boyggir hann seg fyri tí. 

Men hóast tað er Løgtingsins vilji, at hetta skal setast í verk, boðaði hann frá, at hetta lá ikki ovarliga í rúgvuni av málum, hann skuldi avgreiða, so tað var óvist, nær hann kom til hetta.

Og enn er einki hent og tí hevur Sambandsflokkurin lagt uppskotið fram aftur, og hesa ferð vilja tey hava Løgtingið at samtykkja tað við lóg, og verður tað samtykt, má tað setast í verk.

Les meiri um tað her: https://dimma.fo/grein/nu-sleppa-kommunurnar-at-seta-vakmyndatol-upp-i-nattarlivinum

Og tað er alt, sum bendir á, at tað verður samtykt. Fyri einum ári síðani viðgjørdi Løgtingið eisini málið, og tá vóru øll tingfólk fyri tí, uttan Miðflokkurin.

So hevur helvtin av Løgtinginum ikki fullkomiliga broytt meining, verður tað samtykt.

Hinvegin kann tað verða ein trupulleiki, at tað er andstøðan, sum leggur uppskotið fram og at tí verður felt, bara av teirri orsøk.

Eftir uppskotinum skulu kommunur, í samráð við løgregluna, fáa heimild til at seta vakmyndatól upp á ávísum almennum støðum, nærhendis matstovum, skeinkistøðum, diskotekum, hotellum og øðrum støðum, ið eru undir lógini um matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi.

 – Endamálið við hesum er at økja um tryggleikan hjá fólki, ið ferðast á hesum støðum, sigur Helgi Abrahamsen. Tað kann eisini hjálpa til at fríkenna fólk, sum eru undir illgruna. Somuleiðis kann tað hjálpa løgregluni tá ið leitað verður eftir fólki.

Henrik Old sigur, at hetta er eitt uppskot, hann tekur fult undir undir. Hann sigur, at tað hevur víst seg, at tað nyttar ikki at heita á landsstýrismannin, og tí má Løgtingið taka um endan og skera út í papp, at tað skal setast í verk.

Hann vísir á, at í dag hevur hvør bensinstøð vakmyndatól, sum vísa um fólk fylla sær tangan, men ikki gjalda fyri tað.

Tá ið hvør bensinstøð kann hava vakmyndatól fyri at síggja, hvør koyrir undan eini bensinrokning, eiga vit eisini at hava vakmyndatól í náttarlívinum fyri at hjálpa løgregluna at fáa fatur á fólki, sum hava sligið onkran niður.

Mest lisið hesa vikuna

80 ára gamal og má búgva í bilinum

3. mai kl. 21:00

Nýmótans teknikkur fekk bil at koyra sikksakk - bilførarin meldaður

3. mai kl. 09:19

Sissal fingið forboð til Eurovision-sangkappingina

2. mai kl. 17:08

Astrið Foldarskarð er nýútbúgvin fangavørður

6. mai kl. 22:25

Tað er púra skeivt at seta ungdómin upp ímóti Suðuroyartunnilin

6. mai kl. 14:00

Løgtingsmaður: Børn hjá støkum mammum eru í størri vanda fyri at verða kriminell

2. mai kl. 09:05