“Hey tit!!!"
"Hevur nakar eitt kamar ella íbúð til langtíðar leigu til ein 80 ára gamlan mann, sum er heimleysur tí hann hevur mist síni hús. Hevur spurt almannaverki um hjálp, men fekk at vita at hann kundi fara á eitt herberg, men har var fullt.
Hann svevur í einum bili. Leigan má verða max 5000 við sev og olju."
"P.S. hann drekkur og roykir ikki.”
Hettar var deilt á vanganum, á bæði føroyskum og enskum, hjá Facebook bólkinum “Føroyar, Hús og íbúðir til Leigu".
Støðan í okkara landi hevur leingi verið soleiðis, at fólk tíverri gerast heimleys.
Tað eru ofta fólk sum av ymsum orsøkum, er endaði í misnýtslu, sum eru at síggja í Steinatúni og Herberginum.
Nú sær tó út til, at eisini eldri fólk, 80 ára gomul, fólk sum ikki eru misnýtara, noyðast at fara í bilin hjá sær at búgva, tá tey av einari ella aðrari orsøk missa sítt heim.
Í uppslagnum stendur, at maðurin hevur spurgt um hjálp hjá Almannaverkinum, men tey bóðu hann fara á herberg.
Herbergið, sum kostar uml. 4000 krónur um mánaðin at búgva í, sær tó út til at hava fleiri leigara enn pláss er til. Støðan er sostatt sera harmulig fyri fólk sum kanska heldur ikki hava nakra familju, ella onnur at hjálpa sær.
Uppslagið, við rópinum um hjálp bleiv eisini víðarideilt í bólkinum "Fjølbroyttari bústaðarmøguleikar í Føroyum". Har hevur Elin Hentze, administrator á bólkinum, í áravis kempað fyri at øll skulu hava møguleika at fáa tak yvir høvdið.
Hon viðmerkir til uppslagið; “Huff, Føroyar. Tað svíðir í eygunum, og nívir í hjartanum. Hvussu leingi, og hvussu hart skal rópast?!”
Elin sigur í viðtalu við Dimmu, at tað ikki kann bera til, at vit blíva við at hoyra um fólk, sum enda á gøtuni, ella í einum bili í Føroyum.
"Tað mugu koma fleiri og virðiligari umstøður hjá teimum á niðastu rók at fáa trygt tak yvir høvdið. Herbergið er ikki nóg mikið, og hetta skuldi tað verið gjørt nakað munagott við fyri langari tíð síðani. Kostnaðurin fyri at fáa sær tak yvir høvdið er nú eisini so himmalhøgur, at nú er tað bara ein spurningur um tíð, til vit síggja enn fleiri fólk standa í somu vanlukkuligu støðu sum hesin eldri maðurin"
At finna leigubústað í dag, serliga um man er stakur/støk er ikki lætt. Í skrivandi løtu, á kitt.fo, kostar t.d. ein kjallaraíbúð á Argjum, uml. 55 fermetrar, 7.500 kr/mðr. inkl. el, olju og internet.
30 kvm. í Tórshavn við el og hita kostar 7.200 kr/mðr.
Er man til reiðar at búgva í Saltangará, fær man tó 90 kvm fyri 7.500/mðr. pluss forbrúk.
Men er man 80 ár, heimleysur og allarhelst pensjonistur, er nokk ógjørligt at hava ráð til nakra íbúð í dag, við hesum høga prístøði.