Tað er ein púra skeiv mynd, sum verður málað av Suðuroyartunlinum. Tað heldur Høgni Hoydal, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi.
Tá ið Løgtingið viðgjørdi málið um at projektera Suðuroyartunnilin, og at bjóða arbeiðið út, helt Høgni Hoydal, at tað var at fara út um mark at skuldseta tey, sum høvdu arbeitt við at fyrireika Suðuroyartunnilin, fyri at arbeiða við skuggatølum, soleiðis sum KvF hevur gjørt, ella at sáa iva um trúvirðið hjá teimum.
– Eg havi ikki verið við til nakra tilgongd, sum hevur meiri opin enn tilgongdin til hesa verkætlanina, segði Høgni Hoydal.
Og hann legði afturat, at hann hevur fult álít á, at okkara serfrøði loysir tey ivamál, sum eru, bæði í sambandi við trygd, fígging, tær verkfrøðisligu avbjóðingarnar, og alt annað.
– Tað er gott, at allir møguleikar verða kannaðir segði Høgni Hoydal. Men hann spyr eisini, hvør skuldi havt annað endamál enn at alt verður kannað til fulnar
Hann heldur eisini, at tað er púra skeivt at seta íløguna í ein Suðuroyartunnilin upp ímóti ungdóminum.
– Tað er sum um at fleiri hava fingið ta fatan, at fara vit undir Suðuroyartunnilin, mugu vit sleppa øllum øðrum ætlanum.
Fleiri halda, at vit verða eisini noydd at sleppa øllum íløgum í framtíðina hjá okkara ungdómi.
Fara vit undir Suðuroyartunnilin, fáa vit nevniliga ikki ráð til nakað annað, tí nú skulu vit futta fimm millardir av upp á Suðuroyartunnilin.
– Ein tann størsta avbjóðingin vit hava, er, at hendan fatanin er farin at breiða seg ímillum okkara ungdóm, at nú skulu vit velja ein Suðuroyartunnil fram um teirra framtíð, segði Høgni Hoydal.
Hann heldur, at tað er øgiliga skeivt sett upp og hann minnir á, at fíggingin til tunnilin verður 100 milliónir um árið í 10 ár. Tað er ein sættapartur av øllum íløgum, vit gera, so tað merkir als ikki, at vit ikki eisini kunnu gera ymiskt annað.
– Vit skulu eisini gera bæði íbúðir, lestrarbústaðir, skúlar, og annað, staðfesti Høgni Hoydal.
– Tað hava vit megna áður, tí samstundis sum at vit gjørdu Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin, bygdu vit eisini nógv annað.
– Tað er at fara langt út um mark at siga, at nú skulu vit velja ímillum ein Suðuroyartunnil ella eina bjarta framtíð í Føroyum, sigur Høgni Hoydal.
Hann sigur, at tvørturímóti verður Suðuroyartunnilin eitt stórt tak í føroyskari tjóðarbygging, ikki minst fyri ungdómin.
Men talan verður ikki um at brúka fimm milliardir í einum, men tað verður í smáum. Og bara hesi seinastu tíggju árini, hava vit brúkt 2,4 milliardir, bara á fíggjarlógini, til tunlar og samferðslu - og tað er umframt Eysturoyartunnilin og Suðuroyartunnilin.
Hann sigur, at tað er ein spurningur um at raðfesta hinar íløgurnar, sum skulu gerast og tað er so eitt arbeiðið, politiska skipanin skal undir.
– Halda kostnaðarmetingarnar bara so nøkunlunda, ber væl til at gera Suðuroyartunnilin, uttan at at seta búskapin í vanda upp á nakran máta, segði Høgni Hoydal.
Partamaður hansara, Dennis Holm, leggur afturat, at ímeðan vit hava gjørt Eysturoyartunnilin og Vágatunnilin, hava vit eisini bygt rannsóknarskipið, Jákup Sverra, umframt Hvalbiartunnil, tunlar Norður um Fjall, Viðareiðistunnil, Dalstunnilin, Fámjinstunnilin, nýggjan bygning til Sjóvinnustýrið, umframt fleiri bústovnar og eisini bæði H-bygningin á Landssjúkrahúsinum - og Glasir.