Nú skulu kommunur fáa heimild at seta vakmyndatól upp á árendum støðum í náttarlívinum.
Tað er endamálið við einum uppskoti, Helgi Abrahamsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, hevur lagt fyri Løgtingið.
Hann hevur lagt uppskotið fyri Løgtingið vegna allan flokkin, og tað er alt, sum bendir á, at tað verður samtykt. Fyri einum ári síðani viðgjørdi Løgtingið eisini málið, og tá vóru øll tingfólk fyri tí, uttan Miðflokkurin.
So hevur helvtin av Løgtinginum ikki fullkomiliga broytt meining, verður tað samtykt.
Landsstýrismaðurin á økinum, Bjarni Kárason Petersen, hevur sagt, at hann er ikki talsmaður fyri vakmyndatólum, men vil Løgtingið tað, boyggir hann seg fyri tí.
Men tá ið viðgerðin seinast vísti, at tað er Løgtingsins vilji, boðaði hann frá, at hetta lá ikki ovarliga í rúgvuni av málum, hann skuldi avgreiða, so tað var óvist, nær hann kom til hetta.
Men nú hevur Sambandsflokkurin so tikið málið í egnar hendur, og hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um tað.
Eftir uppskotinum skulu kommunur, í samráð við løgregluna, fáa heimild til at seta vakmyndatól upp á ávísum almennum støðum, nærindis matstovum, skeinkistøðum, diskotekum, hotellum og øðrum støðum, ið eru undir lógini um matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi.
– Endamálið við hesum er at økja um tryggleikan hjá fólki, ið ferðast á hesum støðum, sigur Helgi Abrahamsen.
Lógaruppskotið er í samsvari við reglurnar um at rætturin til eitt privatlív, og eitt familjulív skal virðast. Tað er ein treyt, at endamálið við yvirvøkuni er at skapa tryggleika fyri harðskap, ófrið, herverk, og annað.
Tað vil siga, at fortreytin er, at kommunan metir, at yvirvøka við vakmyndatóli økir um trygdina hjá teimum , ið ferðast í økinum.
Tað er ein treyt, at økið, har yvirvakað verður, liggur nærindis einum øki við matstovum, og so framvegis. Nærindis skal í hesum sambandi skiljast sum innan fyri 100 metrar, sigur Sambandsflokkurin.