Hvørja ferð, vit hava gjørt eina stóra íløgu í samferðslukervið, hava serfrøðingar av ymsum slagi sagt, at tað ber ikki til - ella, at tað hava vit ikki ráð til og nú fer samfelið á heysin.
Tað staðfesti Jørgen Niclasen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, nú Løgtingið viðgerð eitt uppskot um at projektera Suðuroyartunnilin, og at bjóða arbeiðið út.
– Tað gjørdi seg galdandi tá ið spakin var settur í til tann fyrsta vegin í Føroyum fyri 100 árum síðani. Tað gjørdi seg eisini galdandi fyri Gásadalstunnilin, Vágatunnilin, Norðoyatunlinum og so framvegis, sigur hann.
Men hann staðfesti, at vit hava gjørt hesar íløgurnar kortini, og nú vil eingin vera tær fyri uttan - og Landið er heldur ikki farið á heysin.
– Hetta er ein leikur, sum fer fram, hvørja ferð vit gera eina stóra íløgu - og tað er aftur hetta sama, sum ger seg galdandi í sambandi við Suðuroyartunnilin.
– Í sambandi við Suðuroyartunnilin eru einar 1.000 blaðsíður av upplýsandi tilfari gjørdir - men summi siga, at tað er ikki nóg mikið, helt hann fyri.
Annars brúkti Jørgen Niclasen tíð upp á at samanbera Suðuroyartunnilin við Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin.
Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin, eru góðar 22 kilometrar langir, ella tað sama, sum Suðuroyartunnilin er av Skarvanesi til Sandvíkar.
Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin, kostaðu 2,64 milliardir - og tá er bara talan um sjálvar tunlarnar, ikki vegirnar, og aðrar avleiddar verætlanir, sum eru gjørt í tí sambandi,
Men framrokna vit hetta til í dag, hevði prísurin verið 3,4 milliardir, og sjálvur Suðuroyartunnilin kostar 3,5 milliardir, tá ið vegir og avleiddar verkætlanir ikki eru taldar við.
Tað merkir, at Suðuroyartunnilin er ein íløgu av somu stødd sum Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin er, staðfesti Jørgen Niclasen.
Hann sigur, at hetta fer at kosta landskassanum 100 milliónir um árið, men verður tunnilin ikki gjørdur, skal landskassin rinda 146 milliónir um árið fyri Smyril, tá ið alt er talt við við.
– Vandamiklari enn tað er tað ikki fyri føroyska samfelagið, helt Jørgen Niclasen fyri.