Hvussu gongur við arbeiðnum hjá løgmanni at fáa flokkarnar á Løgtingi at finna semju um, hvussu okkara støða í danska ríkinum skal vera í framtíðini?
Tað er Annika Olsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, forvitin eftir at fáa at vita. Og tí hevur hon biðið Aksel V. Johannesen um eina frágreiðing.
– Tað vóru góð tíðindi, tá løgmaður, fyrr í ár, kallaði allar flokkar inn til fundar at viðgera ríkisrættarligu støðu Føroya, sigur Annika Olsen.
Hon minnist, at forfólk ymsim flokkum søgdu alment, at nú mátti okkurt gerast við málið, tí støða okkara í ríkisfelagsskapinum, er als ikki nøktandi.
Serliga er sermja um, at vit skulu hava størri heimildir á uttanríkispolitiska økinum.
Tá varð sagt, at tað skuldi arbeiðast bæði hart og skjótt, tí ætlanin var at leggja eina niðurstøðu fram á ríkisfundinum, sum verður í summar, sigur Annika Olsen.
Men hon staðfestir, at síðan hevur ikki nógv verið at frætta alment um hetta málið - og tí vil hon nú hava eina frágreiðing frá løgmanni.