Ongi úrslit

Kanning sigur at olivenolja møguliga fyribyrgir demens

Størri inntøka av olivenolju, kann møguliga forða fyri demens.

Jóhanna Højgaard
Í gjár kl. 12:10

Nýggj granskingarúrslit úr Boston hava avdúkað tað man leingi hevur hildið, nevniliga eitt samband millum inntøku av olivenolju, serliga tað slagið sum eitur "Ekstra Jomfrú Olivenolja" og sannlíkind at fáa demens.

Sambært kanningini sum er almannakunngjørd í JAMA Network Open, eru fólk, sum eta minst 7 gram av olivenolju dagliga (uml. ein lítil matskeið), 28 prosent minni sannlík at fáa eina demenssjúku, í mun til tey sum sjáldan ella ongantíð eta olivenolju.

Kanningin er grundað á dátur frá 92.000 einstaklingum, sum vórðu fylgdir í 28 ár gjøgnum spurnarbløð. Granskararnir roknaðu samlaðu olivenoljuinntøkuna út, frá nýtsluni av oljuni sum salatdressing, matgerðarmiðil ella sum ískoyti til breyð.

Yannick Vermeiren, professari frá lærda háskúlanum í Wageningen greiðir frá, at úrslitini eru óheft av almenna kostinum hjá luttakarunum.

Sjálvt smáar broytingar í kostinum, so sum at skifta 5 gram av majones út við 5 gram av olivenolju dagliga, kunnu minka um vandan fyri demensi við 14 prosentum.

-Okkara heilar er gjørdir úr umleið 60 prosentum av feitti, sigur professor Vermeiren.

Ytru løgini av heilakyknum eru samansett av dupultari fosfolipidhindu, og heilakyknirnar eru uppbygdar av myelin, eitt feittevni, sum gevur heilanum sín eyðkenda hvíta lit.

Tí er umráðandi at fáa sunnt feitt ígjøgnum kostin fyri at varðveita ein sunnan heila.

Umframt olivenolja, eru eisini aðrar keldur fyri heilsugott feitt.

Avokado, sesamfrø og valnøtur - serliga saltaðar valnøtur, mandlur, jarðnøtur og cashewnøtur.

Eisini feitur fiskur sum makrel, tunfiskur, sild og sardinir eru øll góðar keldir.

Hesi fiskasløgini innihalda feittsýrur kallaðar DHA og EPA, sum okkara heilakykn kunnu upptaka beinleiðis.

Hettar er tann størsta og mest djúptgangandi gransking av sínum slag nakrantíð. Tað sigur farsóttarfrøðingurin David Llewellyn, frá lærda háskúlanum í Exeter í Bretlandi.

Hóast hesi úrslit eru tó flestu granskararnir og aðrir serfrøðingar einigir um, at tað ikki einans snýr seg um matvanarnar tá talan er um demenssjúkur.

Eisini tykist tað verða lutvíst arvafrøðiligt og lutvíst umhvørvisávirking, sum ger um man verður raktur av demenssjúku.

Faktorar fyri øktum vanda fyri demensi á ungum aldri, kunnu millum annað vera :

-Manglandi D-vitamin

-Lág samfelagsbúskaparlig støða

-Sosialt einsemi

-Manglandi útbúgving

-Strongd

-Hoyritap

-Sukursjúka

-Kropslig broyting

-Tunglyndi

-Rúsdrekkamisnýtsla

Hóast úrslitini av kanningini ikki prógva, at demens stendst einans av hesum viðurskiftum, so hjálpa tey til at byggja upp eina meira nágreiniliga mynd.

Sum altíð í hesum slagnum av gransking kann vitan um orsøkirnar vera við til at menna betri viðgerðir og fyribyrgjandi tiltøk. Váðafaktorar kunnu broytast.

Mest lisið hesa vikuna

Nýggj Dimmalætting í sølubúðunum. Lærarin elskaði at fáa flokkin at flenna eftir mær

Í gjár kl. 20:40

Sea Shepherd aftur í Føroyum - leita í ruskbingjum eftir mati

27. mai kl. 16:36

Eg slepti ætlanini tí eg brendi meg um fingrarnar

28. mai kl. 12:41

Kanning sigur at olivenolja møguliga fyribyrgir demens

Í gjár kl. 12:10

Myndir: HB vann 2-1 móti Víkingi

29. mai kl. 17:48

Evropisk ráðstevna: Vit leita eftir føroyskari vitan

30. mai kl. 18:06