Ongi úrslit

Astrið Foldarskarð er nýútbúgvin fangavørður

– Fangavørðurin skal megna at hugsa skjótt, halda høvdið kalt og arbeiða við einari drívmegi. Hetta minnir mangan um tey krøv, sum verða sett einum ítróttafólki, sigur hon

Marta Sigurðsdóttir Haraldsen
6. mai kl. 22:25

Astrið Foldarskarð úr Rituvík er millum tey útlærdu, sum hava lokið útbúgvingina sum fangavørður. Við einum sterkum ítróttaumhvørvi í ryggsekkinum og einum brennandi ynski um at gera mun, hevur hon nú tikið fyrstu fetini inn í eitt yrki, har ábyrgd, samstarv og støðufesti eru grundleggjandi.

Astrið er 30 ára gomul og hevur í fleiri ár verið virkin innan ítrótt og hevur svomið á hægsta støði í Føroyum, til hon var 22 ár. Hon greiðir frá, at ítrótturin hevur givið henni týdningarmiklar lívsroyndir og førleikar – so sum dirvi, arbeiðið undir trýsti og ein sterkan vilja at røkka settum málum. Hesi evni hava víst seg at vera dygdir, sum eisini koma væl við í starvinum sum fangavørður.

Tað hevur altíð verið týdningarmikið fyri hana at velja eitt yrki, har hon kundi gera mun og taka ábyrgd. Valmøguleikarnir vórðu fleiri, men í síðsta enda valdi hon at menna seg innan kriminalforsorgina.

– Fangavørðurin skal megna at hugsa skjótt, halda høvdið kalt og arbeiða við einari drívmegi. Hetta minnir mangan um tey krøv, sum verða sett einum ítróttafólki, sigur Astrið Foldarskarð.

Útbúgvingin, sum tekur trý ár og fevnir um bæði teori og praktikk, hevur givið henni eina djúpri fatan av einum arbeiðsøki, sum fyri nógv er fjart og kanska ókunnugt. Í gjøgnum hesa tíðina hevur hon serliga bitið merki í týdningin av samstarvi, nærlagni og støðufesti – treytir, sum gerandisdagurin hjá einum fangavørði bjóðar.

Framtíðin er opin, og Astrið hevur eisini hugt eftir møguleikanum at arbeiða uttanlands eina tíð fyri at læra meira og síggja ymiskar skipanir og fangaumhvørvi. Hon vísir á, at hetta kann geva týdningarmiklar royndir, sum kunnu koma væl við – serliga við atliti at kjakinum um at byggja eitt nýtt fongsul í Føroyum.

Í gjár varð prógvhandan hildin, har løgmálaráðharrin, Peter Hummelgaard, helt røðu. Hann vísti á, hvussu týdningarmikið tað er at viðurkenna arbeiðið hjá fangavørðum – ikki bara í orðum, men við betri arbeiðsumhvørvi, løn og menningarmøguleikum.

Astrið tekur undir við hesum og sigur seg vera takksama fyri at vera sædd og hoyrd – men eisini tilvitaða um, at tað krevur bæði politiskan vilja og eldhugaði starvsfólk at flyta yrkið fram á leið.

Mest lisið hesa vikuna

80 ára gamal og má búgva í bilinum

3. mai kl. 21:00

Sissal fingið forboð til Eurovision-sangkappingina

2. mai kl. 17:08

Nýmótans teknikkur fekk bil at koyra sikksakk - bilførarin meldaður

3. mai kl. 09:19

Astrið Foldarskarð er nýútbúgvin fangavørður

6. mai kl. 22:25

Tað er púra skeivt at seta ungdómin upp ímóti Suðuroyartunnilin

6. mai kl. 14:00

Suðuroyartunnilin: Hetta er ein leikur sum fer fram

6. mai kl. 13:00