Ongi úrslit

Sissal fingið forboð til Eurovision-sangkappingina

- Hetta er synd, tí eg eri føroyingur, og eg eri errin av at umboða Føroyar og sjálvandi Danmark

Marta Sigurðsdóttir Haraldsen
Í gjár kl. 17:08

Tá føroyska Sissal fer á pallin í Sveis í mai og umboðar Danmark

á Eurovision Song Contest, verður tað uttan tað flaggið, sum

liggur hjartanum nærmast. Ein serregla ger enda á føroyska

flagginum á pallinum – og tað harmar ungu stjørnuna.

Hon syngur fyri Danmark, men røtur hennara eru føroyskar.

Sissal, sum vann Dansk Melodi Grand Prix í mars við sanginum

’Hallucination’, skal 15. mai kappast í hálvfinaluni í ársins

Eurovision-sangkappingi í Basel.

Men hóast hennara sigur og umboðan fyri føroyska

ríkisfelagsskapin, so sleppur hon ikki at bera føroyska flaggið á

pallin – tað hava fyrireikararnir gjørt greitt.

Bakgrundin er ein strangari regla viðvíkjandi flaggnýtslu hjá

luttakarum undir altjóða tónleikatiltakinum.

Meðan áhoyrararnir frítt kunnu veittra við øllum - frá

ælabogaflaggi til økisflagg, eru reglurnar øðrvísi fyri listafólkini.

Tey kunnu bara brúka tað almenna tjóðarflaggið, sum í hesum

førinum hjá Sissal er Dannebrog.

- Tað er synd, tí eg eri føroyingur, og eg eri errin av at umboða

Føroyar og sjálvandi Danmark. Men, hetta sigur mær, at fólk vita

ikki nógv um kongaríkið, sigur Sissal við Ekstra Bladet.

Hóast reglan kann tykjast smálig, so er endamálið sambært Sissal

skiljandi; at sleppa undan politiskum spenningum. Við londum

sum Ísrael millum luttakararnar og fyrrverandi kjaki um flagg sum

Palestina, vil Eurovision halda fokus á tónleikin - og ikki á

mótstríðandi symbol.

Hetta er eisini galdandi fyri LGBTQ+ fløgg, sum fleiri luttakarar

áður hava borið á pallinum, men sum eisini eru undir

avmarkingunum í ár.

- Her er javnstøða fyri øll, sigur leiðslan handan kappingina.

Men meðan Sissal sjálv skal klára seg uttan føroyska flaggið á

pallinum, so vónar hon, at áhoyrararnir taka sakina og flaggið í

egnar hendur, tí reglan er ikki galdandi fyri áhoyrararnar.

Mest lisið hesa vikuna

Hann hevur eitt óvanligt uppskot um at fíggja Suðuroyartunnilin

1. mai kl. 16:45

Suðuroyartunnilin: Størsta hóttanin móti Føroyum

28. apríl kl. 10:42

Nýmótans teknikkur fekk bil at koyra sikksakk - bilførarin meldaður

8 tímar síðan

Sissal fingið forboð til Eurovision-sangkappingina

Í gjár kl. 17:08

Eini 100 fólk hildu føroyskan flaggdag í Nuuk

28. apríl kl. 20:30

Løgtingsmaður: Børn hjá støkum mammum eru í størri vanda fyri at verða kriminell

Í gjár kl. 09:05