Í sambandi við Suðuroyartunnilin verður sjálvsagt nógv tosað um kostnað, og hvussu hann skal fíggjast.
Nu Løgtingið viðgerð málið um at projektera Suðuroyartunnilin, og at bjóða hann út, umrøddi Hans Jacob Thomsen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, eisini spurningin um fígging.
Men hann hevur eitt heldur óvanligt uppskot um, hvussu tað kann gerast.
Hann vísir á, at niðri á Kongabrúnni hava vit eitt ognarfelag, sum liggur inni við onkustaðni ímillum fýra og seks milliardir. Tað, hann hugsar um, er Ognarfelag Tryggingartakaranna, sum eigur Betri Samtakið.
– Tey føra seg fram sum eitt felag, sum kundarnir eiga, men tað mann vera so sum so, hvørja ávirkan kundarnir hava, sigur Hans Jacob Thomsen.
Hann mælir Løgtinginum rætt og slætt til at ognartaka Ognarfelag Tryggingartakaranna.
Hann sigur, at soleiðis fáa vit fíggjað Suðuroyartunnilin, samstundis sum at vit fáa ein banka, sum er meiri samfelagssinnaður, og sum tænir fólkinum, heldur enn íløguspekulantum.
Og harumframt fáa vit eisini eitt tryggingarfelag, sum alla tíðina hugsar um at hava so bíligar. tryggingar sum til ber.
– Og sum rosinan í pylsuendanum, høvdu vit sloppið av við ein sjálvsognarstovn, sum ikki hevur ábyrgd fyri nøkrum sum helst, legði hann afturat.
Ognarfelag Tryggingartakaranna er eitt ognarfelag, sum, í roynd og veru, eingin eigur, og sum bara hevur eina uppgávu, og tað er at samla pengar inn undir seg.
Og nú liggja einar 4-6 milliardir í felagnum - við ongum endamáli, uttan at verða til uppaftur meiri pengar.
Høgni Hoydal, tingmaður fyri Tjóðveldið fegnast um, at Hans Jacob Thomsen vísir á, at vit hava ríkiligt av pengum í Føroyum til at fíggja ein Suðuroyartunnil - og at tað ikki er neyðugt at fáa danir at rinda fyri okkara samfelagsútbyggingar.