Ongi úrslit

Rør framundir at nevndin fyri Suðuroyartunnilin hevur eina dulda ætlan

Í gjár róði fyrrverandi løgmaður, Jóannes Eidesgaard, fram undir, at óreiðiligt spæl er uppi í málinum um Suðuroyartunnilin

Áki Bertholdsen
Í gjár kl. 10:04

– Eg fáa tann tanka, at her býr okkurt annað undir. Tað førdi Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður, fram í sending í FM eitt í gjár.

Har legði hann hálvavegna limir í tunnilsnevndini fyri korruptión.

Hann sipar til, at á Sandoynni hevur Tunnilsfelagið lagt tunnilsmunnan á Skarvanesi.

Hann vísti eisini á, at borgarstjórin í Skálavík, Linjohn Christiansen, segði í KvF, at hann var sera væl nøgdur við hesa linjuføringina.

– Tað kann fáa meg at hugsa, at kanska var tað fyrsta raðfesting hjá Tunnilsfelagnum at fáa vegasambandi til Eysturbygdirnar á Sandoynni, uppá pláss, segði Jóannes Eidesgaard - og so orna vit Suðuroyartunnilin í somu handavending.

– Er tað so, at vegaføringin til virkið hjá Bakkafrost hevur havt hægri raðfesting enn tað at finna tað røttu plaseringina fyri einum Suðuroyartunli, spurdi fyrrverandi løgmaður.

Hann segði eisini, at tá ið hann hoyrdi borgarstjórin í Skálavík fegnast um vegin til tunnilin, »so slóð tað meg øgiliga kraftiga, at ivaleyst er tað okkurt, sum liggur undir hesum her«, sum hann málbar seg á FM1.

Í hesum sambandi vísir hann á, at nevndarlimir í Tunnilsfelagnum hava eitt ávíst tilknýti til Bakkafrost. Hann sipar til, at stjórin í Tunnilsfelagnum, Teitur Samuelsen, er eisini nevndarlimur í Bakkafrost og Bergur Poulsen, nevndarformaður í Tunnilsfelagnum, er fyrrverandi stjóri á Havsbrún, sum Bakkafrost nú eisini eigur.

– Eg kann ikki lata vera við at hugsa tann tankan um tað er onkur onnur raðfesting, sum stýrir gongdini, segði Jóannes Eidesgaard.

Bergur Poulsen hevur onga viðmerking. Teitur Samuelsen, heldur at hetta er ógvuliga ósakligt og óndsinnað av Jóannesi Eidesgaard.

Hann vísir á, at longu álitinum, sum varð skrivað í 2019 um Suðuroyartunnilin, varð víst á eina linjuføring av Skarvanesi til Sandvíkar.

Har stendur, at »bíligast og nøktandi er við einum tunli av Skarvanesi til Sandvíkar, sum er stytsta leið«.

– Hetta er langt áðrenn talan var um nakra Smoltstøð hjá Bakkafrost í Skálavík, sigur Teitur Samuelsen.

Mest lisið hesa vikuna

Hann hevur eitt óvanligt uppskot um at fíggja Suðuroyartunnilin

23 tímar síðan

Suðuroyartunnilin: Størsta hóttanin móti Føroyum

28. apríl kl. 10:42

Eini 100 fólk hildu føroyskan flaggdag í Nuuk

28. apríl kl. 20:30

Suðuroyartunnilin fer neyvan at hava vónaða virknaðin

29. apríl kl. 13:45

Rør framundir at nevndin fyri Suðuroyartunnilin hevur eina dulda ætlan

Í gjár kl. 10:04

Suðuroyartunnilin: Ómetaliga grovar ákærur frá Landsbankanum

30. apríl kl. 14:59