Ongi úrslit

Eini 100 fólk hildu føroyskan flaggdag í Nuuk

Áki Bertholdsen
20 tímar síðan

Fríggjadagin var 25 apríl tað er føroyskur flaggdagur. Flaggdagshald var kring landið, men eisini á fjarskotnum plássum, sum í grønlendska høvuðstaðnum, Nuuk, var flaggdagshald.

Í hesum sambandi varð skipað fyri tiltaki í Hans Egedes Hus, og tað vóru Føroyingafelagið í Nuuk, og Føroyska sendistovan í Íslandi, sum skipaðu fyri.

Hanna í Horni, føroysk sendikvinna í Íslandi

Hesi seinastu tvey árini hevur føroyska sendistovan í Íslandi eisini varað av Grønlandi, og hetta var fyrstu ferð, at sendistovan er við til at skipa fyri flaggdagshaldinum í Nuuk.  

Frá vinstru: Múte Bourup Egede (fíggjarmál), Naaja H. Nathanielsen (vinnumál), Sirið Stenberg (uttanríkis- og vinnumál), Jens-Frederik Nielsen, (landsstýrisformaður), Vivian Motzfeldt (uttanríkismál), Nivi Olsen (útbúgving og mentan), Aqqaluaq B. Egede (undirstøðukervi)

Í Føroyingarfelagnum í Nuuk siga tey, at næstan 100 fólk vóru við á hátíðarhaldinum, bæði føroyingar, sum búgva í Grønlandi, umboð fyri Føroya landsstýrið, umframt aðrir gestur úr úr politiska og diplomatiska umhvørvinum í Grønlandi.  

Á skránni vóru bæði røður og sangur. Hanna í Horni, føroysk sendikvinna, bjóðaði vælkomin og Birita í Dali, næstforkvinna í Føroyingafelagnum í Nuuk, segði nøkur orð. 

Jensia Højgaard Dam, sang

Jensia Højgaard Dam setti ein vakran tónleikarligan dám á dagin, siga tey úr Nuuk.

Siri Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og vinnumálum, bar fram flaggdagsrøðuna, og tað gjørdi hon bæði á føroyskum og á donskum.

Herdis Thomsen

Sirið. Stenberg segði millum annað:

Sambandið Føroya og Grønlands millum er sterkt og nógvir føroyingar hava eisini Grønland sum sítt heim. Tykkum sendi eg eina serliga heilsu á flaggdegnum og gleðist um at hitta nøkur tykkara og at vita, at tit hava funnið tykkum eydnuna her.

Sóllind á Sondum Olsen, nevndarlimur í Føroyingafelagnum

Tit eru dømi um, at væl ber til at hava tvey heimlond. Føroyar er ikki bara eitt avmarkað geografiskt øki, tí tað at vera føroyingur er eisini ein samleiki og nakað, vit bera við okkum í hjørtunum. Tað er okkara felags upphav og felags grundvøllur. Á tann hátt er føroyski samleikin uttan landamørk og heldur ein savnan av fólki við føroyska tjóðskapinum í hjartanum.

Ingmar Nanoq Egede í Dali

Eitt tað týdningarmesta, føroyingar hava í felag, er føroyska málið. Tí liggur tað mær á hjarta eisini at røða á føroyskum. Tí móðurmálinum eiga tit altíð lut í, eisini um tit ikki búgva í Føroyum.

Rannvá Clementsen

Føroyingafelagið í Nuuk varð stovnað 30. desember í 1967.  

Í dag eru 159 fólk í Kommuneqarfik Sermersooq skrásett sum fødd í Føroyum. Tað er kommunan, Nuuk er í og tað gevur eina ábending um, hvussu nógvir føroyingar eru í býnum. 

frá vinstru: Atli Arnfinsson thomassen, Ulla Tindalíð

Elsebeth, Arnbjørn Olsen, Rannvá Clementsenog Aqqaluaq B Egede, ráharri (Boliger, Infrastruktur og Yderdistrikter

Grønlendski stjórnarleidarin, Jens Frederik Nielsen

Naaja Nathanielsen, grønlendskur ráharri fyri vinnu, orkumál, ráevni 

Áki Gaardbo Olsen

Hákun Jógvanson Djurhuus

Jákup Emil Hansen, nevndarlimur í Føoryingafelagnum í Nuuk

Niðan fyri eru fleiri myndir frá flaggdagshaldinum. Allar myndir: Tappiut Design Studio

 

Mest lisið hesa vikuna

Suðuroyartunnilin: Nú eiga vit at taka ein steðg

24. apríl kl. 15:49

Takk til politisku skipanina: Tað er ikki frítt, at tað runnu nøkur gleðistár

24. apríl kl. 11:44

Suðuroyartunnilin: Størsta hóttanin móti Føroyum

Í gjár kl. 10:42

Eini 100 fólk hildu føroyskan flaggdag í Nuuk

20 tímar síðan

Hvat hugsar Sjúrður Skaale fyri sær?

23. apríl kl. 13:55

Fekk eina heila mánaðarløn í bót

23. apríl kl. 07:42