Ongi úrslit

Suðuroyartunnilin: Nú eiga vit at taka ein steðg

Tað, sum fer fram nú, minnur mest um revolvarapolitikk

Petur Hammer
11 tímar síðan

Nú eiga vit at steðga á við ætlanini at gera Suðuroyartunnilin. Tað, sum fer fram nú minnir mest um revolvarapolitikk, tí tað verður ført fram, at antin verður tað hendan loysnin, Tunnilsfelagið vísir á, ella fer alt at detta niðurfyri.

Slíkt hava vit hoyrt fyrr, ikki minst tá ið Hovstunnilin varð gjørdur.

Tá var ætlanin at hann skuldi leggjast nógv longri uppi í fjøllunum, men tað var ein vánalig loysn. Tí fóru vit til verka fyri at fáa tað broytt, og við góðari hjálp frá NCC, Kristjani Stórhamar og góðum politikarum, kom tað eisini í rættlag.

Úrslitið var, at tunnlin varð lagdur har hann er nú, og í dag eru øll fullsamd um, at tað er tað einasta rætta.

Ætlanin hjá Varðanum at fylla út eystan fyri virkið, varð eisini broytt, tí fólk hugsaðu seg um av nýggjum.

Tí er útfyllingin nú snarað út á fjørðin, so at neystini innan fyri, verða varðveitt, og ein hylur verður innan fyri.

Tí ljóðar áheitanin á løgmann, og á politisku skipanina, um at taka ein steðg og blanda kortini av nýggjum. Samstundis ljóðar áheitanum á politikarar, og á sandoyingar, skúvoyingar og suðuroyingar, um at taka uppskotið hjá Articon og Kristiani Stórhamar um linjuføring, upp til nýggja viðger.

Sjálvur ivist eg ikki í at tað er tað rætta, tí teir hava drúgvar royndir við tunnilsarbeiði, eisini í undirsjóvartunlum.

Longu fyri 20 - 30 árum síðani hevði legendariski verkfrøðingurin, Heini Olsen, sáli, somu tankar. Og kundi talan verða um tað tá ið tíðini, letur tað seg uppaftur betur gera nú, tí teknikkurin er so nógv mentur.

Løgmaður kann saktans taka ein steðg so at vit velja ta røttu loysnina. Tað fer einki av honum fyri tað, tvørtur ímóti fer hann fer at standa sterkari eftir tað

Samstundis er ført fram, at tað fer at stytta tvey ár um byggitíðina.

Vit eiga ikki at vera so dummstoltir, at allir partar ikki seta seg saman at tosa um støðuna. Hetta skal ikki vera nøkur forðing fyri tunlinum, men tað ræður um at finna tað røttu loysnina og loysnin hjá Articon og Kristjani Stórhamar, er nógv tann besta.

Um tað býr okkurt annað undir at Skarvanes er valt, tað veit eg ikki.

Stytsta leið til Suðuroy er úr Skúgvoy. Og hetta snýr seg ikki um at fara upp í Skúgvoy, men at gera eina rundkoyring á botinum, akkurat sum í Eysturoyartunlinum.

Vónandi er hetta eitt mál, sum verður tikið upp í tí álvara, tað hevur uppiborið, tí Suðuroyartunnilin skal standa hesi næstu 100 árini, so tað er alt avgerandi at velja røttu loysnina.

Norðmenn eru dugnaligir á hesum øki, men føroyingar hava sanniliga eisini víst, at teir duga.

Tað er eisini gott at Tvøroyrar Kommuna er framskygd og er sinnað at taka ímóti ølllum grótinum, so at tað ikki verður ein umhvørvistrupulleikar í Sandvík.  

Mest lisið hesa vikuna

Suðuroyartunnilin: Vit hava ikki ráð at lata verða

21. apríl kl. 16:55

Suðuroyartunnilin: Nú eiga vit at taka ein steðg

11 tímar síðan

Heili seks bilførarar mistu koyrikortið í gjár

20. apríl kl. 09:22

Takk til politisku skipanina: Tað er ikki frítt, at tað runnu nøkur gleðistár

15 tímar síðan

Hvat hugsar Sjúrður Skaale fyri sær?

Í gjár kl. 13:55

Fekk eina heila mánaðarløn í bót

Í gjár kl. 07:42