Ongi úrslit

Fekk eina heila mánaðarløn í bót

Løgreglan tók tríggar bilførarar í Eysturoynni í gjár

Áki Bertholdsen
23. apríl 2025 kl. 09:42

Í gjáramorgunin varð løgreglan í Eysturoynni og kannaði ferðsluna.

Í hesum sambandi vóru tey á Lambareiði og kannaðu, hvussu skjótt bilarnir koyrdu. Har fingu tveir bilførarar bót, og klipp í koyrikortið fyri at koyra yvir 100, har tað annars er loyvt at koyra 80.

Men fyrrapartin í gjár kom løgreglan eisini fram á ein bilførara í Eysturoynni, sum koyrdi bil, hóast hann ikki hevði loyvi til tað.

Tað vísti seg, at hann hevði mist koyrikortið, men tað var so stutt fráliðið, at hann hevur kunnað tikið tað aftur.

Sostatt er hann skuldsettur fyri at hava koyrt bil í frádømingartíðini. Og tað er dýrt, tí fyrstu ferð tað hendur, kostar tað eina heila mánaðarløn - eftir skatt - í bót.

Mest lisið hesa vikuna

Suðuroyingur við stórum sigri: Rutt Hjelm eigur ársins vínstovu í Danmark

4. november kl. 18:03

Stúra fyri at seinasta áin á Argjum nú fer undir asfalt og betong

3. november kl. 09:30

Nógvar grýlur og nógv full fólk í Havn í nátt

1. november kl. 09:29

Vinabondini hildu í 36 ár: Norskar kvinnur hittust aftur við føroyskar vinkonur

Í gjár kl. 19:45

Ung sangkvinna við serstakum gávum fær fíggjarligan stuðul

3. november kl. 13:59

Eini 2.000 útlendingar kunnu skjótt fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum

2. november kl. 12:00