Børn hjá støkum mammun eru í størri vanda fyri at enda úti í øllum møguligum keðiligum. Hetta páhaldið førdi Grímur Sundstein fram á sjálvum Løgtings røðarapalli fyrr í vikuni.
Grímur Sundstein hevur sæti á Løgtingi sum varamaður fyri Fólkaflokkin, og hann situr fyri Bárð á Lakjuni, sum er í farloyvi.
Hendan dagin viðgjørdi Løgtingið eitt uppskot um at at seta viðurskiftini í sambandi við eftirgjørdan gitnað í fastar karmar.
Ein partur av hesum er, at tað skal vera loyvt at, at menn, sum lata sáð til eftirgjørdan gitnað, skulu kunna vera dulnevndir. Tað er eisini ein partur av uppskotinum, at eisini stakar kvinnur kunnu fáa barn við donori.
Hetta fall fleiri løgtingslimum fyri bróstið, tí tey føra fram, at pápin hevur alstóran týdning fyri eitt barn - og øll børn hava rætt til at vita, hvør pápin er.
Grímur Sundstein var ein av teimum, sum ikki tekur undir við hesum.
Hann skilur væl, at fólk kunnu hava eitt brennandi ynski um at fáa eitt barn, eisini stakar kvinnur. Men hann legði dent á at pápin hevur alstóran týdning fyri eitt barn. Og hann heldur ikki, at tað eigur at bera til at seta eitt barn í verðina, har pápin er dulnevndur, og sostatt ikki inni í myndini upp á nakran máta.
Hann hevur størstu virðing fyri støkum mammum, sum uppala síni børn. Tað kann ikki vera lætt og vit skulu hjálpa teimum upp á allar mátar, segði hann
Men tað kann ikki vera rætt, at eggja til at vit fáa fleiri børn, sum ikki kenna sítt uppav, heldur Grímur Sundstein.
Hann sigur, at tað vísir seg ferð eftir ferð, at børn, har pápin ikki er inni í myndini, eru í størri vanda fyri at enda í kriminaliteti og einum ørgrynnu av øðrum keðiligt.
Tí skulu vit ikki eggja til, at børn verða fødd, uttan at ein pápi er inni í myndini, og har barnið heldur ikki hevur rætt til at kenna sítt upphav.
Hetta fekk Dennis Holm, tinglim fyri Tjóðveldi at reagera. Hann spurdi um Grímur Sundstein veit, hvørjari verð hann livir í, og um hann veit, hvussu børn eru uppald í hesum landi.
Hann spyr um Grímur Sundstein heldur, at tað eru øll børn í Føroyum, sum altíð hava havt eina mammu og ein pápa rundan um seg.
Tað er bara at hugsa um sjómannasøguna. Ella fær í ein vanligan skúla í dag, hvussu nógv eru har, sum ikki hava bæði síni foreldur rundan um seg.
– Eg haldi, at tað er »grúsomma groft«, at pásanda tað, at stakar mammur uppala krimnell børn, segði Dennis Holm
– Tað er langt úti, legði hann afturat.
Grímur Sundstein ásannar, at vit hava brotnar familjur, og at tað eru børn, sum ikki kenna sítt upphav. Men hann heldur eisini, at tað er heilt fullkomiliga burturvið, at tað skal rættvísgera tað, sum nú fer fram.
– Tað kann ikki verða grundgevingin fyri, at vit skulu hava meiri av hesum, tí tað, sum alt eigur at snúgva seg um, er barnið.