Ongi úrslit

Hitabylgja herjar á í Evropa

Upp í 46C í Seville

Jóhanna Højgaard
29. juni kl. 13:30

Myndugleikarnir um alt Evropa eru á varðhaldi, nú fyrsta hitabylgjan í summar trýstir hitan upp á 42C.

Statsliga veðurstovan í Spania, Aemet, sendi mikudagin út eina serliga hitaávaring.

Hitin kann koma upp á 42C í nøkrum av sunnara økjunum í landinum teir komandi dagarnar.

Í Sevilla-økinum kanska enntá upp á 46C.

Væntað verður sera høgur og áhaldandi hiti, bæði um dagin og um náttina, sum kann vera ein vandi fyri útsett og viðbrekin fólk, sigur Aemet.

Heilsumálaráðið í Madrid ávaraði eisini fólk um at ansa eyka eftir í hitanum, og minti tey á at halda seg burtur frá sólini, halda seg væturík og geva teimum, sum eru eldri, við barn ella hava kroniskar heilsutrupulleikar, ans.

Tveir triðingar av Portugal verða sunnudagin ógvusligum hita og skógareldum, tí væntað verður hitin upp til 42C í Lissabon.

Dimma.fo hevur fyrr í ár skrivaði grein um hitan í Spania. Har skrivaðu vit sól-og hitaráðini sum Aemet sendi út.

Um man er sunnanfyri í feriu, er tilráðiligt at kunna seg um hesi ráð.

https://dimma.fo/grein/ogvuliga-heitt-sunnanfyri

Mest lisið hesa vikuna

Ein ungur maður vildi gera av við seg

27. juli kl. 08:40

Í kristnum samkomum hanga ísraelsk fløgg, meðan Ísrael leggur Gasa í oyði. Hví?

31. juli kl. 07:15

Ferðafólk við Smyrli fingu ampa av einum el-bili á biladekkinum

30. juli kl. 17:25

Sera lítið skil á

29. juli kl. 10:30

Hetta er hamrandi órættvíst - og hetta standi eg ikki modell til

23 tímar síðan

Bjarni Hammer fær átalu frá partamonnum

Í gjár kl. 17:15