Ongi úrslit

Bjarni Hammer fær átalu frá partamonnum

Hans Jacpb Thomsen, Javnaðarmaður, átalar partamannin, Bjarna Hammer
Áki Bertholdsen
31. juli 2025 kl. 17:15

Fyrr í dag skrivaðu vit, at Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, brúkti ein stóran part av røðu síni til eina sanna skotríð ímóti Framsókn.

Hann vísir á, at Framsókn setir málið um at hækka pensjónsaldurin upp ímóti málinum um Suðuroyartunnilin - og tey vilja ikki gera tunnilin uttan so, at pensjónsaldurin hækkar.

Les meiri um tað her: https://dimma.fo/grein/tad-er-ein-vanlukka-at-samgongan-ikki-slapp-av-vid-framsokn

Hans Jacob Thomsen, sum eisini er tingmaður fyri Javnaðarflokkin, er samdur í, at tað er skeivt at knýta málini saman og at brúka tey sum jarnbrot ímóti hvørjum øðrum.

– Men eg taki frástøðu frá talimátanum hjá Bjarna Hammer, staðfesti hann.

Hann sigur, at samstarv er ikki altíð lætt og tað er ofta, at samstarvsfelagir eru øgiliga ósamdir um ymisk viðurskifti.

– Men bara at peika eftir øðrum, og ongantíð hyggja inn eftir, hevur bara eitt úrslit við sær, og tað er, at tað fara ikki at vera nógv, sum vilja samstarva við ein sjálvan, heldur Hans Jacob Thomsen.

Eisini ein annar javnaðarmaður, Uni Holm Johannesen, heldur, at orðini hjá Bjarna Hammer, søma seg ikki, og hann staðfesti, at tey standa fyri hansara egnu rokning.

Hann heldur, at tosa vit um Suðuroyartunnilin er spurningurin ikki hvat skal gerast, men hvussu tað skal gerast, og Løgtingið hevur fulla skyldu, og eisini fulla rætt til at kanna allar møguleikar.

Hann heldur, at vit eiga at leggja dent á at finna eina semju, heldur enn at brúka orkuna upp á at hlda lív í eini ósemju.

Karlot Hergeirson, tingmaður fyri Framsókn, fegnast um, at Bjarni Hammer ikki hevur undirtøku í Javnaðarflokkinum fyri sínum útsøgnum.

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

Í gjár kl. 19:39

Var á tingi fyri Tjóðveldi - nú skiftir Beinta flokk

3. mars kl. 17:59

Flytur úr Miðflokkinum og í Fólkaflokkin

3. mars kl. 22:45

Tá eg bleiv ríkari av Fólkaflokkinum, men vinkonan fátækari

4. mars kl. 09:45

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

20 tímar síðan

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

13 tímar síðan