Ongi úrslit

Tað er ein vanlukka at samgongan ikki slapp av við Framsókn

Tey hava sett sær sum aðalmál at brúka Suðuroynna sum jarnbrot í einum fíggjarligari eksperimenti

Áki Bertholdsen
31. juli kl. 13:59

 – Tað var ein vanlukka, at samgongan ikki er sloppin av við Framsókn.

So bersøgin er Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin á Løgtingsins røðarapalli fyrr í dag, nú Løgtingið viðgerð ólavsøkurøðuna hjá løgmanni.

Hann brúkti ein trivaligan part av røðu síni til at skjóta eina lemjandi skotríð av ímóti samgongufeløgunum í Framsókn.

– Eg eri sera vónbrotin av, at vit ikki sluppu av við Framsókn fyri ólavsøku, segði Bjarni Hammer.

Hann sigur, at tað er einki minni enn ein vanlukka og tað er ein sorgarleikur fyri Suðuroynna.

Hann tvíheldur um, at Framsókn hevur sett sær fyri at kúga tey, sum eru ringast fyri, sum hann málbar seg.

Hann sigur nevniliga, at Framsókn hevur blokerað fyri einari rúgvu av teimum sosialu tiltøkum, samgongan hevur sett sær fyri at føra.

Framsókn er eisini ímóti Suðuroyartunlinum, tí tey hava tikið Suðuroynna til gísla í einum desperatum, búskaparaligum eksperimenti, sum hann tók til.

– Tað líkist svartasta ongum, legði hann afturat.

Hann sipar til, at Framsókn vil ikki tosa um ein Suðuroyartunnil fyrr enn pensjónsaldurin er hækkaður.

– Tað kemur ikki upp á tal, at eg fari at virka fyri at hækka pensjónsaldurin, ímeðan Framsókn ikki vil projektera tunnilin og bjóða hann út.

So hava vit eitt tal á borðinum fyri, hvat tunnilin kostar, og so verður støða tikin til, um hann skal gerast, ella ikki.

Men vit koma ikki so frægt sum til at bjóða arbeiðið út, tí Framsókn blokerar fyri tí, sigur hann.

Heldur ikki Annika Olsen heldur ikki, at tað er virðiligt at tengja Suðuroyartunnilin og pensjónsaldurin saman.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta er national skomm

5. desember kl. 18:11

Fór úr rættinum sum ein fríur maður

3. desember kl. 18:15

Hetta dámar mær nógv betri enn at sita heima og arbeiða

4. desember kl. 22:00

Føroyar verða nú ein krígstjóð – ikki ein friðartjóð!

4. desember kl. 20:15

Flytur úr Sambandsflokkinum og í Miðflokkin

5. desember kl. 17:36

Endaliga avgreitt á Løgtingi: Næsta ár fáa kvinnur í Føroyum fría fosturtøku

4. desember kl. 16:57