Eg var í einum kristnum samkomuhúsi fyri nøkrum mánaðum síðan í sambandi við eitt tiltak við kaffi og køkum til frama fyri Krabbameinsfelagið. Tiltakið var hugnaligt, og peningurin fór til eitt gott endamál, men á bróstinum hekk eitt ísraelskt flagg, og tað undraði meg. Eg ringdi til ein, ið varðaði av húsinum, og spurdi, hví tey høvdu eitt ísraelskt flagg hangandi í einum føroyskum kristiligum samkomuhúsi? Jú, tað var tí, at tey stuðlaðu Ísrael og hildu, at ísraelar vóru Guðs útvalda fólk. Eg hevði kanska viljað havt eitt annað flagg hangandi har? Fyri mær kundu tey eins væl havt eitt swastika hangandi á bróstinum, var tað frægasta, eg dugdi at svara.
Ísraelska flaggið umboðar í hesum døgum hugsjónina, at tað finst eitt serligt fólkaslag omanfyri onnur fólkasløg, og at tað finnast virðisleys menniskju. Hesum hava vit havt varhugan av leingi, og tað kom greitt fram í einum orðaskifti í Knesset 10. mai í ár, har fleiri tinglimir hildu tað vera bæði loyvt og ynskiligt at lata børnini í Gasa svølta í hel (Kelda: "Knesset Debate Reveals Not Everyone Thinks Starving Gazan Children Is a Bad Thing". Haaretz, 10. mai 2025). Yvirskriftirnar í Haaretz seinastu dagarnar eru t.d. "Worst Case Scenario of Famine happening in Gaza" og "Starvation is being livestreamed" (29. juli 2025).
Sambært nasistunum (serliga frá miðskeiðis í 1930'unum til 1945) var einki galið við at týna virðisleys menniskju, ið vóru óneyðug ella superfluous, sum Hannah Arendt orðaði tað á enskum í bókini "Eichmann in Jerusalem - The Banality of Evil" fyri meira enn seksti árum síðani. Hon lýsti, hvussu jødar í Europa vóru óneyðugir, til ampa og virðisleysir eftir nasistiskum hugsunarhátti. Henda hugsjón førdi, sum kunnugt, til, at áleið 6 milliónir jødar vórðu týndir, saman við øðrum óynsktum menniskjum, undir seinna heimsbardaga. 80 ár seinni eru nógvir ísraelar, ið taka undir við hugsjónini, nasistarnir stóðu fyri. Munurin er bert, at nú eru tey virðisleysu ikki jødar, men palestinar, og tað serliga upphevjaða fólkaslagið eru ikki týskarar ella ariarar, men jødar. Hetta var somuleiðis hugsjónarliga grundarlagið undir minst einum av teimum felagsskapunum, ið gjørdu tað skitna, men "neyðuga" arbeiðið í sambandi við stovnanina av Ísrael í 1948.
Ultranationalisma og religiøs mystisisma
Hannah Arendt, Albert Einstein og fleiri aðrir intellektuellir jødar, eisini fleiri rabbinarar, ið høvdu búsett seg í USA í tríati- og fjørutiárunum, ávaraðu longu í 1948 í einari almennari yvirlýsing ímóti, at Herut-flokkurin hjá Menachim Begin var:
"...ein høgravendur yvirgangsfelagsskapur... nær skyldur við nasistiskar og fasistiskar flokkar í uppbygnaði, arbeiðslagi, politiskari hugsjón og sosialari atdráttarmegi... sum prædikar eitt bland av ultranationalismu, religiøsari mystisimu, og at jødiska fólkið er omanfyri onnur fólkasløg" (Kelda: https://archive.org/details/ AlbertEinsteinLetterToTheNewYorkTimes. December41948/page/n1/mode/2up). Mín týðing.
Í yvirlýsingini, ið varð prentað í The New York Times 4. desember 1948, heittu tey á USA um ikki at samstarva við og taka ímóti Menachim Begin og flokki hansara. Tað gjørdi USA tó kortini, hóast Menachim Begin fekk innferðarbann til USA nøkur ár í fimmtiárunum fyri at hoyra til ein víðgongdan yvirgangsfelagsskap.
Deir Yassin-hópdrápið
Menachim Begin, ið seinni stovnaði flokkin Likud og gjørdist forsætisráðharri í Ísrael frá 1977 til 1983, stóð á odda fyri terror-felagsskapinum Irgun, ið framdi kenda Deir Yassin-hópdrápið beint vestanfyri Jerusalem 9. apríl 1948, har 240 børn, kvinnur og menn vórðu avrættaði í SS-stíli og síðani kastað í hópgravir. Íbúgvarnir í Deir Yassin, ið óttaðust fyri lívum sínum, tí teir vóru palestinar, høvdu annars gjørt eina samstarvsavtalu við ísraelar um ikki at gera mótstøðu, ikki at hjálpa øðrum palestinum, ið flýggjaðu undan ísraelum, og høvdu enntá hjálpt ísraelum við at rikið palestinar burtur, ið vildu nýta bygdina sum skjól, men hetta hjálpti einki.
"Kvinnur og børn vórðu latin úr hvørjum tráð, stillaði upp í eina beina linju, avmyndaði og síðani slaktað við automatiskum skotvápnum, og tey, ið yvirlivdu, hava sagt frá uppaftur ótrúligari harðskapi," stendur í einari bretskari samtíðarfrágreiðing um Deir Yassin- hópdrápið, ið varð latin Sameindu Tjóðum 20. apríl 1948 (Kelda: https://www.un.org/unispal/document/auto-insert- 211346/).
Hópdrápini, sum David Ben-Gurion, fyrsti forsætisráðharri Ísraels, gav boð um, og Menachim Begin og hansara harkalið útintu, vóru liður í einari miðvísari ætlan at ræða palestinar, so tað gjørdist lættari at reka teir úr teimum økjunum, har teir búðu. Ætlanin eydnaðist væl, tí 750.000 rýmdu úr bygdum og býum sínum, meðan 15.000 - børn, kvinnur og menn - vórðu myrd. Arendt, Einstein og hinir intellektuellu europeisku jødarnir í USA skrivaðu um hópdrápið í Deir Yassin í yvirlýsingini.
31 ár frammanundan, í 1917, stóð Bretland fyri at reka palestinar úr bygdum og býum. Sama árið skrivaðu bretar sonevndu Balfour-yvirlýsingina, sum í stuttum staðfesti, at Palestina er heimland jødanna, hóast jødar bert vóru ein lítil minniluti, ið taldi 6% av íbúgvunum í Palestina, núverandi Ísrael.
Oyðileggið arabisk grannaløg!
"Oyðileggið arabisk grannaløg og revsið arabiskar bygdir," stóð í faldarum, ið brotsmannalið hjá Begin deildu út at eggja fólki til at hjálpa við oyðileggingunum í 1948 (Kelda: "The Ethnic Cleansing of Palestine", Ilan Pappe, s. 95). Øll álop skuldu hava til endamáls at javna bygdirnar við jørðina. Ben-Gurion gav hesi boðini: "Hvørt álop má enda við herseting, oyðilegging og útvísing" (Kelda: "The Ethnic Cleansing of Palestine", Ilan Pappe, s. 92). Ísraelsku herdeildirnar skuldu reisa ákærur móti teimum palestinum, ið noktaðu at flýggja, ella sum gjørdu mótstøðu av ymsum slag. Ben Gurion skrivaði í dagbók sínari í 1948:
"Um vit ákæra eina familju, eiga vit at skaða hana uttan náði, eisini kvinnur og børn. Annars verður tað ikki eitt aftursvar, ið hevur nóg stórt árin. Tá ið vit gera hetta, er eingin orsøk at gera mun á sekum og ósekum." Mín týðing (Kelda: "The Ethnic Cleansing of Palestine", Ilan Pappe, s. 97).
Tey, ið vórðu ákærd, skuldu, við øðrum orðum, revsast kollektivt, uttan mun til, um tey høvdu gjørt mótstøðu ímóti at land teirra varð tikið ella ikki, og munur skuldi ikki gerast á monnum, kvinnum og børnum. At síggja skyldskap við framferðina hjá nasistunum er ikki trupult, og framferðin hjá Ísrael í Gasa og á Vestara áarbakka í dag er júst tann sama; kollektiv revsing afturfyri brotsgerðirnar hjá Hamas 7. oktober 2023 og fullkomilig oyðilegging av Gasa. Harumframt er ein øking í ísraelskum harðskapi og búsetingum á Vestara áarbakka.
Hóast illgerðirnar hjá Ben-Gurion eru væl skjalfestar, er hann framvegis væl lýddur í Ísrael, og størsti altjóða flogvøllurin í Ísrael ber navnið Ben-Gurion Airport. Eitt av størstu fróðskaparsetrunum í Ísrael eitur somuleiðis Ben-Gurion University of the Negev, og Menachin Begin fekk, saman við Anwar Sadat, Friðarheiðursløn Nobels í 1978. Hópdrápini, Begin stóð fyri, høvdu eftir øllum at døma lítlan týdning.
Í dag er ísraelska fasistiska hugsjónin enn meira algongd og sjónlig við høgravíðgongdu stjórnini hjá Netanyahu. Fólkamorðið í Gasa, har í minsta lagi 61.800 fólk higartil eru dripin, harav í minsta lagi 20.000 børn, og mannaskapta hungursneyðin, ið ísraelar hava sett í verk, tala fyri seg. ST metir, at fleiri enn 50.000 børn eru dripin ella særd (Kelda: https://www.unicef.org/press-releases/unimaginable-horrors-more-50000-children-reportedly-killed-or-injured-gaza-strip).
Skrúvað er eisini upp fyri áganginum á Vestara áarbakka; eitt nú settu ísraelsk niðursetufólk eld á palestinsk hús leygarkvøldið 26. juli, og íbúgvarnir flýggjaðu (Kelda: "Settlers Torch Palestinian Homes in West Bank, Residents Flee Village". Haaretz 26. juli 2025). Álop av hesum slag verða nevnd pogromir. Søguliga verður orðið sett í samband við jødahatur og álop á jødar síðst í 19. øld og fyrst í 20. øld, men nú verða pogromini framd í navni jødanna á sama hátt sum í 1948.
De-nazifisering og de-ísraelifisering
Meðan fólkamorðið í Gaza stendur við og versnar, og ágangurin á Vestara áarbakka økist í styrki, eru tað framvegis nógv fólk í Vesturheiminum, harímillum í Føroyum, ið stuðla Ísrael, m.a. við at veittra við flaggi teirra á gøtum og strætum. Væl kendar vesturlendskar fyritøkur av alskyns slag vinna gilt av peningi upp á fólkamorðið, sum ein ST-frágreiðing staðfesti herfyri (kelda: https://www.un.org/unispal/document/a-hrc-59-23-from-economy-of-occupation-to-economy-of-genocide-report-special-rapporteur-francesca-albanese-palestine-2025/). Flestu føroysku politikarar velja at tiga, meðan ávísir politikarar gera sær dælt av pro-ísraelsku bylgjuni og uttan iva vóna at fáa atkvøður afturfyri stuðulin. Ísraelsstuðlar koma kropp á kroppi til Føroya at hava framløgur í politiskum flokkum og í kristnum samkomum. Í summum førum verður skipað fyri peningainnsavning til ólógligu búsetingarnar á Vestara áarbakka, ið bera harðskap móti upprunafólkinum við sær. Ein norðmaður við fleiri profetium í skjáttuni og einari áheitan um at "standa saman við Ísrael" kemur á møti-turné um nakrar vikur.
Men á sama hátt sum týskarar og fólk, ið stuðlaðu Týsklandi í tríati- og fjørutiárunum, máttu ígjøgnum eina tilgongd við miðvísari de-nazifisering aftaná seinna heimsbardaga, og á sama hátt sum kommunistar um allan heim aftaná deyða Stalins og í nítiárunum noyddust at viðganga fyri sær sjálvum, at lívið eystanfyri jarntjaldið ikki altíð hevði verið eitt paradís á jørð, noyðast tey, ið stuðla Ísrael í dag, at fara undir eina líknandi sjálvrannsakan. Endurskoðanin av Ísrael og okkara uppfatan av okkum sjálvum í mun til glansmyndina av og fyrigyklingina um Ísrael kann tað sama byrja nú og ikki, tá ið eingin palestini er eftir í Palestina.
Fyrr ella seinni verður rannsakanin og kritiska hugsanin neyðug, og tað er eingin skomm at broyta kós, hóast stúrnir prædikumenn ella sniðfundigir politikarar mæla frá. Eg havi frætt, at ísraelsk fløgg hanga í fleiri kristnum samkomuhúsum. At tikið hesi fløgg niður hevði verið ein týðandi byrjan upp á eina tiltrongda "de-ísraelifisering". Hóast tað møguliga hevði verið ein súmbolsk gerð mest av øllum, so eru súmbol ikki uttan veruligt innihald. At lata fløggini hanga, ella at veittra við teimum, merkir - um vit vilja tað ella ikki -, at her stuðla vit einum kolonialistiskum og rasistiskum apartheid-stýri, ið fremur etniska útreinsan við bumbum og hungri, drepur frá hond, serliga kvinnur og børn, og metir seg vera omanfyri onnur fólkasløg. Nasistiska brigdið av swastika-merkinum hekk eisini í nógvum týskum kirkjum í sínari tíð, og tað varð tikið niður, tá ið kríggið var tapt.
Tað eru mong, eisini vesturlendsk kristin, ið framvegis ikki trúgva, at tilætlað svølting fer fram í Gasa. Ísraelski tíðindamaðurin og rithøvundurin Gideon Levy skrivaði í einum lesarabrævi í Haaretz dagin fyri Ólavsøku, at tað at avnokta, at úthungranin av Gasa fer fram í løtuni, ikki er minni vanæriligt enn at nokta, at Holocaust var veruligt (Kelda: "Denying Gaza's Starvation Is No Less Vile Than Denying the Holocaust". Gideon Levy, Haaretz 27. juli 2025).
Ein óvilji ímóti at seta seg inn í faktuellu viðurskiftini tykist at vera rættiliga útbreiddur, eisini í Føroyum, og tað gevur prædikumonnum og opportunistiskum politikarum lætt spæl. Tað er eingin orsøk at dúva upp á útleggingarnar hjá teimum, tí ein hópur av væl úr hondum greiddum og væl undirbygdum bókum, sjónvarps- og útvarpssendingum og heimildarfilmum eru, ið sakliga og edrúiliga lýsa Ísrael, Palestina og ræðuleikarnar, ið fara fram í løtuni.
Bøkurnar "The Ethnic Cleansing of Palestine", Oneworld Publications 2006, ella "Ten Myths About Israel", Verso 2017, eftir ísraelska søgufrøðingin og professaran Ilan Pappe, og "The Hundred Years' War on Palestine", Profile Books 2020, eftir palestinska søgufrøðingin og professaran Rashid Khalidi, eru út í æsir væl gjøgnumarbeidd søgufrøðilig verk.
Hóast bøkurnar eru søgufrøðiligar og skrivaðar fyri fleiri árum síðani, lýsa tær væl, hvussu tað ber til, at Ísrael fer so ómenniskjansliga fram, sum tað ger í dag. Ísraelsk óproportionell aftursvar við kollektivari revsing, ið eru krígsbrotsverk í sær sjálvum, hava verið afturvendandi seinastu mongu árini (m.a. í 2006) heilt aftur til stovnanina av Ísrael í 1948 og áðrenn tað.
Útvarpssendingin "Breddin" frá 13. juni snúði seg um, hvussu ísraelsk herfólk miðvíst og tilvitað skjóta børn í Gasa, og enntá breggja sær av tí á sosialum miðlum (https://kvf.fo/greinar/2025/06/13/laekni-israelskir-hermenn-skjota-born-i-gasa). Tað er skurðlæknin Mimi Syed, ið er búsitandi í USA, og sum vitjar vinfólk í Føroyum í løtuni, ið greiðir frá arbeiði sínum í Gasa í Breddanum í KvF, og í sjónbondum á internetinum (m.a. hesum: "I have seen the unthinkable, the inhumane". https://www.youtube.com/watch?v=PFj6kbLeZAw). Mimi Syed helt røðu í Viðarlundini 28. juli, og fer at hava ein fyrilestur í Finsen 31. juli kl. 19.00.
Kári Sverrisson,
Saltangará