Sum vit áður hava skrivað, verður í løtuni arbeitt við at útvega Strandferðsluni nýggj skip.
Fyrsta skipið, sum er á skrá at verða bygt, er ein nýggj ferja, sum skal sigla upp á Kalsoynna. Og næsta skipið, sum skal byggjast, er eitt nýtt skip fyri Rituna, sum siglur upp á Svínoynna og Fugloynna.
Men hetta er ein raðfesting, Karlot Hergeirsson, tingmaður fyri Framsókn - og sostatt tinglimur í samgonguni, ikki vil góðtaka.
Hann sigur, at hann hevur góðtikið at kalsoyingar fáa tað fyrsta, nýggja skipið. Men at svínoyingar og fugloyingar skulu hava tað næsta nýggja skipið, veit hann einki um.
Tað er ein avgerð, sum er tikin uttan um hann, og tað er sostatt heldur ikki ein avgerð, hann hevur góðtikið, staðfesti hann í gjár, tá ið Løgtingið viðgjørdi ólavsøkurøðuna hjá løgmanni.
Karlot Hergeirsson er sjálvur nólsoyingur, og tað, hann ikki vil góðtaka, er, at nú er eisini ætlanin, at Teistin skal takast úr nólsoyarsiglingini, tí hann skal sigla upp á Kalsoynna til tann nýggja ferjan er liðug.
Í løtuni verður ferjulegan á Syðradali í Kalsoynni bygd um so at Teistin kann leggja at har.
Tað arbeiðið verður liðugt seinni í summar og tá verður Teistin tikin úr nólsoyarsiglingini verður settur í kalsoyarsiglingina.
Og Sam, sum annars røkir kalsoyarsiglingina, verður tikin úr sigling so at hann verður tøkur til farmaflutning.
– Verður Sam tikin úr sigling, og Teistin, sum er nýggjasta skipið hjá Strandferðsluni, settur í kalsoyarsiglingina, er tað púra natúrligt, at tað næsta skipið, sum skal byggjast til Strandferðsluna, verður ein nýggj Terna til nólsoyarsiglingina, og ikki ein nýggj Rita til svínoyingar og fugloyingar, gjørdi Karlot Heirgeirsson greitt á tingsins røðarapalli í gjár.
– Tað, sum nú hendur er, at kalsoyingar fáa tað fyrsta nýggja skipið hjá Strandferðsluni, men til tað er liðugt, skulu tey eisini hava tað nýggjasta skipið, sum er í flotanum, nevniliga Teistan, leggur hann afturat.
– Hetta er eitt stórt inntriv í mína rættvísiskenslu, tí tað er hamrandi órættvíst, at summi fáa bæði í posa og sekk, og onnur fáa einki, sum hann málbar seg.
Eg krevji ikki at fáa nýggja ferju, men eg standi ikki modell til, at bæði posin og sekkurin fara norðureftir og nóloyingar standa eftir við ongum, segði Karlot Heirgeirsson.