Ongi úrslit

Stefan gevst í Sarpugerði

Víkingur og Stefan Radosavljevic hava avgjørt at enda samstarvið

Jonhard Hammer
7. mars kl. 19:36

Stefan Radosavljevic er ikki longur partur av liðnum hjá Víkingi. Tað boðar felagið frá í kvøld.

Víkingur skrivar soleiðis:

Víkingur og Stefan Radosavljevic hava avgjørt at enda samstarvið

Stefan ynskir at takka áskoðarum, liðfeløgum og felagnum fyri tíðina. Hann hevur trivist væl og ynskir øllum tað besta framyvir.

Víkingur ynskir samstundis at takka Stefani fyri tíðina og vit ynskja honum alt tað besta framyvir, skrivar Víkingur.

25 ára gamli Stefan Radosavljevic varð undan kappingarbyrjan í fjør partur av Víkingi. Hóast hann mest sum alt árið var partur av besta hópinum, so vísti tað seg, at hann hevði sera ilt við at finna fast pláss á liðnum. Heldur ikki í uppstartinum í ár hevur tað sæð út til, at hann fór at vinna pláss á liðnum, og nú er Stefan Radosavljevic ikki longur í Sarpugerði.

Mest lisið hesa vikuna

Eg fari ikki at liggja á knæ fyri búgvandi á skúlaheiminum

Í gjár kl. 22:35

Silvurdrongur takkar fyri seg

16. apríl kl. 14:52

Lønirnar hjá fleiri útlendskum sjómonnum við føroysum skipum eru ov høgar

Í gjár kl. 09:00

Sleppa at ferðast ókeypis - í eina heila viku

10 tímar síðan

Halda at tað er pallsett

3 tímar síðan

Tað er brot á mannarættindini

16. apríl kl. 13:47