Ongi úrslit

Ógvuliga heitt í Spania

Summarið er komið, knappliga og uttan ávaring.

Jóhanna Højgaard
28. mai kl. 22:25

Summarið er komið tíðliga í Andalucía-landslutinum har suðuri í Spania, knappliga og uttan ávaring. Um vikuskiftið fingu stórir partar av landinum hita á umleið 30 gradir. pluss.

Tað var bara ein forsmakkur av tí, sum skal koma. Frá í dag og fleiri dagar fram, fer hitin sannlíkt at hækka aftur um alt Spania, onkrastaðni upp í 41 gradir.

Ein støða, sum heldur fram í minsta lagi til og við vikuskiftið, ljóðar tað frá almennu sponsku veðurstovuni Aemet.

Tað verður ikki bara heitt um dagin, men eisini tá sólin er farin niður. Í veðurlagsfrøði eru tær sonevndu "tropisku næturnar" tær, har minsti hitin ikki fer undir 20C og, og tær vera eisini komandi næturnar við uml. 24 gradum og fukti.

So hevur man bestilt sær billet til Spania, so má man ansa sær og fylgja sólráðunum sum sponsku myndileikarnir senda út. Tey eru ikki fá:

-Hav eina endurnýtsluvatnfløsku við og drekk ofta gjøgnum dagin.

-Royn at vera innandura ella í skugganum heitastu tíðirnar á degnum, vanliga millum klokkan 12 og 16.

-Klæð teg lætt: Ver í leysum, lættum klæðum úr andandi toyi sum bummull ella lín. Slepp undan myrkum litum, sum taka hita upp.

-Leita eftir skugga: frá trøum, markisum ella parasollum.

-Hvíl á køldum støðum sum søvnum, bókasøvnum ella handilsmiðstøðum. -Brúka sólverju: Smyr sólkrem javnan á, ver í hatti og umhugsa sólbrillur við UV-verju.

-Et lætt: Vel vatnríkan mat sum frukt og grønmeti, og umhugsa stimbrandi rættir sum gazpacho.

-Umhugsa kølitiltøk: Hevur tú atgongd til klimaanlegg, so brúka tað.

-Lufta heimið um morgunin og lat vindeyguni aftur í hitanum á degnum. -Verja viðbreknar bólkar: Gev eyka gætur eftir teimum eldru og børnunum, og tryggja tær, at tey fáa rætt vætu og vernd móti hitanum.

-Virða signalini frá kroppinum: Um tú følir teg illa, skalt tú leita tær læknahjálp beinanvegin.

-hevur man astma ella aðrar trupulleikar at anda, skal man hava í huga at tað kann gerast eyka torført at anda ta næturnar eru heitar og fuktigar.

Mest lisið hesa vikuna

Eitt heilt óvanliga groft æl elvdi til stór skriðulop

8. juni kl. 08:30

Einar er farin

8. juni kl. 22:36

Føroyskur dansur og gott lag

Í gjár kl. 23:50

Kongshjúnini taka føroyingar á bóli

10. juni kl. 22:34

Myndir: Hotel Føroyar veistludøgurði

11. juni kl. 20:20

Myndir: Kongshjúnini vitja Tjarnir

11. juni kl. 15:00