Ongi úrslit

Ferðafólk við Smyrli fingu ampa av einum el-bili á biladekkinum

Savnsmynd
Áki Bertholdsen
30. juli kl. 17:25

Smyril er á veg av Havnina til Suðuroyar, men nakað eftir at tey høvdu loyst í Havn, máttu tey aftur á dekkið eftir einum el-bili, sum ikki av avriggaður eftir forskriftunum.

Manning á Smyrli gongur runt á biladekkinum við jøvnum millumbilum á hvørjum túri fyri at tryggja, at alt er, sum tað skal vera.

Men hesa ferð komu tey fram á ein el-bil, sum har lyktirnar lýstu, og sum ikki var sløktur. Tey søgdu eisini at hann var nakað heitur.

Niels Harald Michelsen, skipari sigur, at stýrimaðurin sendi boð eftir eigaranum í hátalarunum og hann fór so á biladekkið við onkrum av manningini og sløkti bilin.

Men tað skerst ikki burtur, at tað eru nógvar ræðusøgur um, hvussu álvarsligt tað er tá ið eldur kemur í elbilar.

Og skiparin sigur, at síðani frætti hann, at ferðafólk høvdu ampa av hesum. So fyri at sissa fólk, skundaðu tey sær at boða frá í hátalarunum. at elbilurin var sløktur, og at eingin vandi var á ferð.

Tað hendur seg einstakar ferðir, at bilar verða ikki ordiliga avriggaðir, tá ið teir verða settir á biladekki, men tað tey síggja mest av, er, at bilførarar gloyma at hála hondbremsuna upp og livir skipið nakað, fara teir á rull.

Mest lisið hesa vikuna

Heldur KVF, tað er í lagi at gera gjøldur burtur úr menningartarnaðum?

5. november kl. 23:58

Kunning um Suðuroyartunnilin

2. november kl. 18:58

Menn í masku steðgaðu metro í Keypmannahavn

3. november kl. 21:20

Heldur hægri barnafrádrátt enn bíligari frukt, grønmeti og blæur

6. november kl. 11:09

Landsbankastjórin: Hava ikki ráð til Suðuroyarleiðina og Suðuroynna!?

2. november kl. 13:59

Skulu vit hava eina álitisnýskipan ella ein Elon Musk?

16 tímar síðan