Borgarstjórin í Tórshavn, Elsa Berg helt røðu undir hátíðarhaldi og móttøku á Paz, nyggja Gourmet-matstaðið í miðbýnum.
Paz fekk í síðstu viku, heilar tvær Michelin-stjørnir í einum, tá tær voru handaðar út í Odsherred. Sí Paz
Hettar er eitt størt avrik og Poul Andrias Ziska merkti skjótt tær jaligu fylgjurnar av hesum.
Longu dagin eftir hann fekk hendan heiður, komu fleiri bókingar inn enn nakrantíð, síðani hann lat dyrnar upp í apríl.
Elsa Berg, borgarstjórin hevði orðið til bæði hátíðarhald og móttøkuna.
“Havnin er ein lítil bygd” koyrir av og á í høvdinum við tí eyðkenda lagnum. Upp á nógvar mátar er tað júst soleiðis, Havnin kann lýsast.
-Tú kann fara ein ringtúr um allan høvuðsstaðin, og kilometratalið sigur ikki meira enn 20 km, er eitt brot av røðuni til hátíðarhaldið, hettar er bert eitt lítið,brot av røðuni.
Elsa tosaði eisini eitt sindur um at tað í stóran mun eru føroyingar sum hava vitjað og stuðlað matstovuna, og hvussu nógv er broytt á tí kulinariska økinum í Føroyum.
Elsa helt áfram við nøkrum orðum á enskum, ti fleiri av starvsfólkunum eru útlendsk.
Røðurnar í teirra fullu longd, kunnu lesast á Facebook-vanganum hjá Elsu Berg