Mentan
Útgávukonsert við Katrini á Borg
Í kvøld 12. november klokkan 20 verður útgávukonsert við Katrini á Borg á Reinsarínum
Mentan
Stanley Samuelsen í nýggju háskúlasongbókini
Yrkingin hjá Janusi Djurhuus, Um eg kundi kvøðið, ið Stanley Samuelsen hevur gjørt lag til, er tikin við í nýggju háskúlasongbókina
Mentan
LÆRARAÚTBÚGVINGIN 150 ÁR: Ein fótur má standa tryggur áðrenn hin tekur næsta stigið
Í eini røðu um hægri útbúgving í Føroyum bar Hanus Debes Joensen hana við støðuna hjá bjargamanninum. Tað ræður um at hava annan fótin tryggan áðrenn hin verður fluttur. Niðanfyri eru antin hin harða hella ella hitt bláa dýpið. Og línan má halda og viðsitingarmaðurin í erva vera álítandi. Læraraútbúgvingin í Føroyum er 150 ár, og hesi árini hevur verið gingið í skúlans bjargalendi. Vit hava í dag eina útbúgving á bachelorstigi, hin fóturin verður í næstum fluttur inn á master-rókina
Haldaragrein
Mentan
VIKUYRKINGIN - Tokið
Vikuyrkingin er heiti á einum teigi í Dimmalætting, har Bergur Djurhuus Hansen og Kinna Poulsen hvørja viku velja eina yrking, ið á onkran hátt er áhugaverd
Haldaragrein
Mentan
Speglingar av eini serligari tíð: Silja Strøm sýnir fram nýggjar málningar
This Is An Ambiguous Face er heitið á forvitnisligari framsýning við spildurnýggjum málningum hjá Silju Strøm, sum letur upp í Víngarðinum leygardagin
Haldaragrein
Mentan
Humanistiskt forherðilsi: Nýggj verk hjá Bárði Oskarsson og Hanna Bjartalíð í Steinprenti
Hetta verður eitt ordans listavikuskifti í Havn við fleiri upplatingum. Tað tykist upplagt at spáka sær eina listarundferð. Fríggjadagin 6.november letur stóra framsýningin hjá Listasavni Føroya um Havið upp klokkan 16 og beint áðrenn -  sama dag klokkan 15 letur framsýning upp í Steinprenti við nýggjum verkum hjá Hanna Bjartalíð og Bárði Oskarsson
Haldaragrein
Mentan
Ummæli av skaldsøguni: GENTAN Í VERÐINI hjá Katrini Ottarsdóttir
Eftir at hava lisið skaldsøguni ígjøgnum, kemur ein til at hugsa um tann myndliga samanhangin, sum skaldsøgan letur upp fyri; og hetta útfrá tí ógvuliga fortættaða frásøguháttið, hvar frásøgukvinnan í 3.persóns lýsing, grípur niður í barnsins og egna hugaheim og upplivingar, heldur Martina Sørensen
Mentan
Skúlastjórin við Løgmannabreyt: Gamla útbúgvingin hevði betri kjølfesti
»Nú læraraútbúgvingin verður eftirmett, eiga vit í størri mun at laga hana eftir samfelagnum, sum vit eru partur av,« sigur Høgni Joensen, stjóri í Skúlanum við Løgmannabreyt. Erla Olsen, dekanur á námsvísindadeild Fróðskaparsetursins, sigur: »Lærarar eru dag væl brynjaðir til skúlans gerning, sum miðar eftir meira enn at undirvísa næmingum í barnaskúlaflokkum. Framhaldsdeildin krevur størri førleika enn gamla útbúgvingin«
Mentan
Læraraútbúgvingin 150 ár: - Hann var altíð so góður við meg
Ymiskt er eftirmælið, føroyskir skúlalærarar fáa. Summir bølmenni, aðrir dugdu væl at halda skil á skúlanum við strangleika, og síðan teir, ið við tolni og góðsemi vunnu barnsins tokka. 1. oktober vóru liðin 150 ár síðan farið varð undir læraraútbúgving í Føroyum. Men Læraraskúlin er ikki til meira, hann varð í 2008 lagdur saman við  Fróðskaparsetrinum sum námsfrøðideild við útbúgving á bachelorstigi
Haldaragrein
Mentan
Heystlist – ein listrundferð
Hesa tíðina verða ikki bara fjøllini gingin – árstíðin er eisini hæddarpunkt hjá teimum listaáhugaðu, sum tá tað verður myrkari, fáa høvið at uppliva list á framførslum og framsýningum
Haldaragrein
Mentan
Sir Cliff 80 ár
Í dag verður Sir Cliff Richard 80 ár. Hann hevur havt eina langa yrkisleið, og hevur slóðað fyri einari bylgju av bretskum popp- og rokktónleiki
Mentan
Boykotta nú Tjóðpallin
Leiklistafylkingin 2020 hevur í kvøld gjørt av at boykotta Tjóðpall Føroya. Kravið er, at áramálssetingin skal virðast. Uttan at tað beinleiðis stendur í skrivinum tykist tað vera eitt krav, at nýggjur stjóri skal til
Mentan
Tónaskaldið, tónleikarin og kórleiðarin Kári Bæk 70 ár – ein heilsan
“Stormdunið inn yvir bygdina stendur...” Tummas N Djurhuus yrkti um syndarligu vanlukkuna tá Stella Argus í 1957 gekk burtur. Fleiri ár seinni setti ein tá nærum ókendur komponistur tónar til hesa sterku yrking. Kári Bæk stemplaði inn, sum ein av okkara fremstu tónaskøldum
Mentan
Ummæli: “Tann skrivandi er ein onnur”
Eg má siga sum er: nýggja útgávan hjá Lív Mariu Róadóttir Jæger er torfør. Spurningarnir, hon setur, eru ikki einfaldir og hon hevur ei heldur nakað einfalt svar. Haldi eg. Eg havi lisið yrkingarnar ofta nú, ómetaliga ofta, og tað hava verið dagar, har eg havi verið eins frustreraður um hesar yrkingar, sum yrkjara-eg’ið er, tá hon lesur yrkingar
Mentan
Tá ið avbyrgingin var av eftir seinna heimsbardaga: “Nú sóu vit aftur Føroyar”
Eftir longu avbyrgingina var frøin stór, tá ið fyrsta sluppin legði at á Havnini eftir krígslok. Summarið 1945 sigldu skip millum Havnina og Keypmannahavn við hundraðtals ferðandi, sum nú kundu vitja londini aftur. Skjótt gjørdist greitt, at føroyingar og danir høvdu havt sera ymisk kor hesi 5 árini, ið hersetingarnar vardu. Stóra vørutrotið í Danmark eftir kríggið hevði m.a. við sær, at sigarettir og aðrar trotvørur vórðu smuglaðar í stórum tali úr Føroyum til Danmarkar
Haldaragrein
Mentan
Ferðafrásøgn: Úr Hirtshals til Marseille fyri 0 kr
Ferðafrásøgn eftir Napoleon Smith (31.07-13.08): Eftir Ólavsøku fór eg eina spontana ferð við Norrønu, har ið eg tumlaði úr Hirtshals til Marseille í Suðurfraklandi. Eg vildi vita, um evropeiskir bilførarar høvdu hjartarúm hóast krúnukrímsstøðuna...
Mentan
Marjun við nýggjari bók: Ein stillisligur uppreistur og harmaljóð um týning móðir jørð
Rithøvundurin Marjun Syderbø Kjelnæs ger nú aftur vart við seg. Við nýggjari ungdómsskaldsøgu prikar hon til ringu samvitskuna hjá mannaættini og vil hava boðskapin hjá ungdóminum um munagóð átøk fram í ljósmála. Heimurin er so illa dálkaður, at hann fær ikki anda. Tí er neyðugt at vekja fólk úr dvala, heldur høvundurin, hvørs fremsta vápn í stríðnum er pennurin. - At vera rithøvundur er mín rødd og mín samleiki, sigur hon
Haldaragrein
Mentan
PESTIN & LISTIN
Covid-19 er hvørki tann fyrsta ella tann síðsta sóttarplágan, sum hevur herjað her á foldum. Og meðan vit bíða eftir munagóðum koppingarevni, býðst høvi til at gera sær tankar um mentan og list og hvønn týdning hesi hava í eini sóttartíð
Haldaragrein
Mentan
Ólavsøkuframsýningin FOREVER
Tó at okkara tjóðarhátíð í ár verður øðrvísi enn hon hevur verið, letur Ólavsøkuframsýningin upp í Listaskálanum 28.juli júst sum hon plagar. Í skrivandi stund er framsýningin ikki sett upp enn, men tað forðar okkum ikki í at kava niður í søguna hjá Ólavsøkuframsýningini og minnast aftur á sýningar og verk
Haldaragrein
Mentan
Stanley & Astrid Samuelsen í BBC Liverpool kavalkadu
Teirra útgáva av "Long, long, long" hjá The Beatles varð brúkt í Match of the Day frá 25 juni.
Mentan
Framúrskarandi donsk debut hjá føroyskum yrkjara
Tóroddur Poulsen hevur á fyrsta sinni givið út eitt yrkingarsavn, sum bara er givið út á donskum. Tað eitur Valseværk og tað er forlagið Politisk Revy, sum gevur út. Bókin er nummar 43 í røðini frá Tóroddi, sum í summar eisini hevur givið nummar 44, sum eitur Bond, út á føroyskum
Haldaragrein
Mentan
Tórshavnar Manskór á ferð
Í morgin fer Tórshavnar Manskór á konsertferð í Eysturoy og í Klaksvík. Fyrsta konsertin verður í Gøtu, tann næsta í Fuglafirði og tann seinasta í Klaksvík
Mentan
Listasavnið samstarvar við føroyskar tónleikarar
Listasavn Føroya koyrir við átaki, har tónleikarar smíða løg við íblástri frá list úr teirra føstu framsýning.
Mentan
Ein er søgan úr Danmark komin
Føroysk bókmentasøga fyri danskarar
Haldaragrein

Fanst tú ikki tað, tú leitaði eftir?

Royn leitifunkuna