BBC Match of the Day frá 25 juni brúkti útgávuna hjá Stanley Samuelsen og dóttrini, Astrid av "Long, long, long", sum uprunaliga er skrivað av George Harrison. Sangurin verður spældur til ein kavalkadu av Liverpool í samband við, at teir eru enskir meistarar fyri fyrstu ferð í 30 ár.
-Tað er jú stuttligt at BBC hevur valt okkara útgávu og ikki uppruna útgávuna hjá The Beatles. Vit eri øgiliga ovfarin. Vit kunnu heldur ikki annað enn vera eitt sindur stolt, sigur Stanley Samuelsen.
Hann vísir eisini á, hvussu væl úr hondum greidd kavalkadan er og hvussu væl tónleikurin og teksturin hóska til myndirnar. Hann fann útav, at sangurin var við í sendingini, av tilvild. Konan hevði funnið tað á netinum og segði honum tað í meðan hann koyrdi bil.
Stanley Samuelsen er sjálvur Liverpool fjeppari og hevur millum annað upplivað dámin, tá sungið hevur verið ‘’You never walk alone’’ á Anfield, har Liverpool hava heimavøll, tá hann var boðin at koma við einum føroyskum ferðaliði at spæla Beatles fyri teimum á hotellinum.
-Eg eri kanska ikki ein av teimum heilt stóru fótbóltsfjepparunum. Men skal tað vera enskur fótbóltur, so skal tað vera Liverpool. Eg eri jú stórur Beatles fanatikari og teir vóru haðani, sigur Stanley Samuelsen.
Sendingin Match of the Day, har kavalkadan er við, er at finna á fullmatchesandshows. Leinkjan er ikki lóglig og fara vit tí ikki at vísa til hana her.
Men útgávan hjá Astrid og Stanley Samuelsen av "Long, long, long" kann hoyrast púra lógliga her.