Fyri summi kann tað gott vera, at tað er long tíð til desember og jólatíðina, men tað merkir ikki, at tað ikki er vón fyri tey, ið gjarna vilja hava jólini uppá forskot.
Ein nýggj útvarpsrás er komin, og hon lovar at geva øllum jólaglaðum fólki júst tað, tey droyma um: Jólatónleik – og einki annað!
Tann jólaglaða útvarpsrásin hevur fingið navnið “Heart Xmas” og spælir – kanst tú gott rokna út – einki annað enn jólatónleik.
Hóast tað eri summi, ið halda, at tað er ein brotsgerð at lurta eftir jólatónleiki áðrenn 1. desember, so er tað sjálvandi tey, sum nú kunnu vera eyka glað.
Nýggja útvarpsrásin hoyrist her.