Tað er eitt av teimum tungu heystarkvøldunum. Frískur vindur lágt og regn. Ikki útiveður. Seinnapartin hendan fríggjadagin hevur verið støðug ferðsla niðan í fjósið, seyðahúsið, uppi í Toft í Søldarfirði. Ein pickup fyri og annar eftir, ella ein bilur við viðheftisvogni hava skiftivís verið og avleverað og skrásett fedrarnar at komandi ættarliði av seyði, brundseyðirnar. Her er seyðasýning á skránni.
Í ár er tað Dan M. Olsen, bóndi, sum skipar fyri. Hann býr í Rituvík. Hann hevur lánt sær fjósið hjá Ingvardi Lamhauge til høvið. Ella er tað bara vorðin ein siðvenja at brúka fjósið hjá Ingvardi til sýningina, líkamikið.
Her er gott huglag, sera gott. Tað fyrsta ein rennir seg í, er ein stór køka frá bakarínum. Sjálvsagt er eitt veðrahøvd teknað á køkuna. Men her luktar ikki av køku. Úr einfalda køkinum í hesum fjósinum rýkur av ræstari súpan, so her er alt, sum tað skal vera. Hesi duga at gera tað fjálgt og hugnaligt inni í hesum tøssuta veðrinum.
Fólk úr allari Eysturoynni eru komin at fylgja við. Hetta er fyrstu ferð, at rituvíkingar eru við. Rodmundur Nielsen og Janus Knudsen hava keypt ein hagapart har, og teir hava sent Gorm, son Rodmunds, at fylgja við.
- Vit eru við fyri at læra, viðgongur Gorm.
- Byrjanin var ikki góð, tí tann eini brundseyðurin varð vrakaður.
- Hinir fingu triðju og aðru virðisløn, so tað er góðtikið, heldur Gorm.
Mitt í rokanum gongur verturin, Dan, og prátar. Hann er spentur.
- Hetta er okkara kapping. Onnur renna ella spæla bólt, hetta er okkara finala.
Og hann er nøgdur við undirtøkuna.
- Hetta er tað mesta nakrantíð. Vit hava seyð líka úr Rituvík og inn á Fløtur í Søldarfirði. Tað er mest sum allur sunnari parturin av Eysturoynni.
Men tað er ikki bert sjálv kappingin, hetta snýr seg um.
- Nei, kappingin skal til, og hon gevur spenning. Vit her á leiðini hava verið við líka frá byrjan. Endamálið er eisini at ala fram eitt betri seyðaslag, sigur Dan.
- Tað trongdi helst til, heldur Ingvard.
- Satt at siga, so var onki skil á beinunum, hornunum og ullini fyri nøkrum árum síðani. Men við miðvísari útveljing av brundseyði hava vit megnað at bøtt munandi um hetta, heldur Ingvard.
- Ja, og nú verður gingið høgt upp í mátini, serliga mjóryggurin skal vera breiður.
- Tað gevur meira kjøt og betri vekt, metir Dan.
Hetta kvøldið koma sýnsmenninir úr Kvívík og Kollafirði. Hóast íalt 62 seyðir skulu sýnast, geva teir sær góðar stundir. Og tað er júst tað, sum eyðkennir hesa løtuna. Fólk hava tíð. Tey ganga runt og meta um ymsu brundseyðirnar, práta saman. Og um tað gerst ov langligt, so fáa tey sær kaffi og eitt stykki av køkuni við veðrahøvdinum á.
Tað er vorðið seint, farið um midnátt, áðrenn úrslitið av kappingini er greitt. Tað eru bert fá, sum fáa steyp heim við hetta kvøldið. Men øll hava fingið brundseyðirnar sýndar. Og sum til eina hvørja aðra kapping, so eru fólk ymisk á máli um úrslitið.
Stóri vinnarin hetta kvøldið gjørdist fyriskiparin sjálvur, Dan M. Olsen. Hann hevði besta lambið og besta veturgamla veðrin. Hann hevur eisini besta hagan, Norðurstovugarðin. Tað eru hagapartarnir Vollin og Leitið oman fyri Glyvrar, Saltangará og Runavík.
Verturin, Ingvard Lamhauge, er ikki sørur. Hann hevði besta tvæveturgamla veðrin.
Um ein mánað ella har á leið verða brundseyðirnir sendir út at gera sítt arbeiði. Til várs, um flaggdagin, sæst, hvussu hilnast hevur.