Útgávukonsert við Katrini á Borg

Í kvøld 12. november klokkan 20 verður útgávukonsert við Katrini á Borg á Reinsarínum

Sigurjón Einarsson
12. november 2020 kl. 17:00

Tónleikurin hjá Katrini kann lýsast sum soul-poppur, og nú er møguligt hjá áhoyrarum at leggja oyru til útgávuna “Uncover the Truth”, sum telir 5 løg.  

Tað er Katrin sjálv, sum hevur skrivað orð og løg, meðan Espen Tappel hevur framleitt og lagt til rættis. Ruben Dalen hevur ljóðblandað og Morgan Nicolaysen úr Propeller Mastering hevur høvuðsljóðbandað.

Tað serliga við hesi útgávuni er, at hon er øll innspæld í Norra, evnaríkir norskir tónleikarar hava spælt tónleikin inn saman við Katrini.

Í kvøld fer Katrin á Borg at hava konsert við føroyskum bólki, har tey spæla øll løgini frá nýggju útgávuni, umframt onnur løg – bæði nýggj og eldri løg, harav nøkur, ið enn ikki eru útgivin.

Tað eru Heysttónar, sum skipa fyri konsertini í Reinsarínum, ið byrjar klokkan 20.

Kvørnin hjá Kringvarpinum hevur ummælt útgávuna, ið kann hoyrast her.