Tann kendi og ungdómligi undirhaldarin rundar ein mílastein í dag. Hann verður 80 ár.
Hóast, at hann nú er áttati, so er royndi veteranurin ikki í ferð við at seta ferðina niður við yrkisleiðini, og letur seinni í mánaðinum út eitt nýtt album og sína sjálvsævisøgu.
Sir Cliff byrjaði sína yrkisleið síðst í 1950-unum saman við sínum stuðulsbólki, The Shadows, og átti mestsum allan bretska poppheimin, áðrenn The Beatles komu fram.
Hann er framhaldandi tíðarbærur og roynist væl. Hansara langa yrkisleið hevur havt við sær, at einans The Fab Four og Elvis Presley hava selt meira plátur enn hann.
Eftir ætlan, so skuldi Sir Cliff nú verið á konsertferð í Bretlandi – The Great 80 Tour – men hon er útsett til oktober komandi ár vegna koronafarsóttina. Tá verður Sir Cliff 81 ár.