Tónaskaldið, tónleikarin og kórleiðarin Kári Bæk 70 ár – ein heilsan

“Stormdunið inn yvir bygdina stendur...” Tummas N Djurhuus yrkti um syndarligu vanlukkuna tá Stella Argus í 1957 gekk burtur. Fleiri ár seinni setti ein tá nærum ókendur komponistur tónar til hesa sterku yrking. Kári Bæk stemplaði inn, sum ein av okkara fremstu tónaskøldum

Leif Hansen
11. september 2020 kl. 09:05

Seinastu 30 árini hevur Kári Bæk havt ein sentralan leiklut í føroyskum tónleikalívi, kanska serliga kórsanginum. Kári var í nógv ár kórleiðari hjá Vestmanna sangkóri, í feiri umførum hjá Tórshavnar kamarkóri og nú seinastu árini hevur hann saman við Bjarna Restorff stjórnað Tórshavnar manskóri. Í fleiri ár hevur hann eisini saman við Joannu Johansen tikið sær av gentukórinum Cantus, og lótu tey í fjør frálíka fløgu úr hondum.
Sum tónleikari hevur Kári somuleiðis í hálva øld verið við í menningini av klassiska tónleikinum í Føroyum. Hann var við frá byrjan, tá Føroya Symfoniorkestur varð stovnað í 1983 og spældi í nógv ár obo í orkestrinum.

Møtti honum og tónleikinum
Tað var miðskeiðis í 90-unum, at eg kom at kenna Kára Bæk. Kári var tá kórleiðari hjá Tórshavnar kamarkóri, og vit vóru nøkur ung, sum vóru sloppin at syngja í kórinum.

Eg minnist, at vit sungu tveir sangir, sum Kári hevði skrivað tónleikin til; “Lækjan” við teksti hjá Chr. Matras og “Og dansurin gongur”, sum T. N. Djurhuus hevði yrkt. Yndisliga náttúruyrkingin hjá Matras og dapra dramatiska yrkingin hjá Djurhuus hava einki til felags. Tað hevur tónleikurin til báðar yrkingarnar heldur ikki. Tá sum nú imponerar tað meg, at komponistar megna at skriva so ymiskan tónleik. “Tú lækja lítla” og “Stormdunið inn yvir bygdina stendur”. Tað lyriska og tað episka hoyrist so sanniliga aftur í tónleikinum.
Tó at 25 ár eru liðin, so vendi eg javnan aftur til hesi bæði tónaverk, sum onkursvegna útfyltu tað tómrúm, sum uppstóð millum tann traditionella tónleikin og tann modernaða, sum ikki altíð hevði fyrilit fyri teimum, sum skuldu syngja tað.

Kórleiðarin
Kórsangur í Føroyum avmarkar seg ikki til ávísar bólkar í samfelagnum, men er samansettur av einum breiðum skara av fólki. Tó hevur tað havt alstóran týdning fyri menningina av kórsangi í Føroyum, at elitukór eisini hava virkað. Yrkiskórsangur hevur tó ongantíð verið í Føroyum, og tí eru øll, sum syngja í kóri, byrjað í fólksligu kórtraditiónini.

Ein orsøk til stóra áhugan fyri kórsangi í Føroyum er uttan iva, at tað hevur eydnast at byggja brúgv millum tað fólksligu kórsangstraditiónina og kórini við høgum málsetningum.
Sum formaður í Kórsambandi Føroya seinastu sjey árini hevur tað ligið Kára á sinni, at fáa árligu kórstevnurnar vaktar til lívs aftur. Felagskór við royndum útlendskum kórleiðarum hava ofta verið hæddarpunktið á árinum hjá nógvum kórsangarum.

Tó at kórstevnan hevur skift navn til kórfestival og er broytt soleiðis, at framførslunar hjá einstøku kórunum er skipað sum kapping, so hevur Kári altíð hildið fast um felagskórið. Eingin kórfestivalur uttan felagskór!
At kórsangarar í Føroyum, royndir sum óroyndir, í áratíggju hava savnast til felags kórsang hevur viðvirkað til, at lutfalsliga nógvir føroyingar syngja í kóri. Hetta hevur ført við sær, at felags kórsangsrepertoire, sum nærum allir kórsangarar duga, er rættiliga stórt.
Kári hevur virkað bæði innan fólksliga kórsangin og elitukórsangin og hevur hann fingið nógv burturúr á báðum mótum. Felags fyri kórini, sum Kári hevur havt leiðsluna av er, at málsetningurin hevur verið høgur og góð úrslit eru komin burturúr.
Musikalitetur, klangur og presisión eru eftir mínum tykki nøkur av tingunum, sum eyðkenna Kára sum kórleiðara. Hugsað verður t.d. í musikalskum frasum heldur enn, so at siga, at leggja seg tungt á hvønn tóna, sum vit kenna frá fólkasangi og kvøðing. Hann arbeiðir við klanginum og hevur sans fyri at fáa góða javnvág í kórið. Sum tekniskt hollur dirigentur, eru framførslurnar altíð neyvar og sangararnir eru altíð tryggir undir hansara leiðslu.  
Kári hevur saman við øðrum kórleiðarum havt stóran leiklut í arbeiðinum við at menna føroyskan kórsang, og kórini við høgum málsetningum eggjaðu uttan iva føroysku tónaskøldunum, og ikki minst Kára sjálvan, til at skriva kórtónleik.

Tónaskaldið
“Stormdunið inn yvir bygdina stendur...” Kári Bæk skrivaði tónleikin fyrst í 90-unum og er, so vítt eg veit hansara fyrsta gjøgnum-komponeraða verk. Greiður í formi, tekstnærur, tónamálandi og ikki minst øgiligt dynamiskt spennið.

Tónleikurin var nýggjur. Tónleikasøguliga kann sigast, at allur tónleikur einaferð hevur verið nýggjur, men í evropeiskari tónleikasøgu hevur tónleikur verið móttikin og tulkaður sum nýggjur, tá hann breyt við tað gamla og virkaði endurnýggjandi.

Tað er neyvan nakar ivi um, at tann kórtónleikur, sum t.d. Pauli í Sandagerði skrivaði síðst í 1970-unum varð fataður sum ein kvalitativ endurnýggjan samanborið við tann eldra kórtónleikin. Tónleikurin varð skrivaður í tilvitanini um, at hann varð nýggjur, og hann varð eisini móttikin og tulkaður sum verðandi nýggjur. Eisini høvdu bæði Sunleif Rasmussen og Bjarni Restorff skrivað tónleik, sum varð fataður sum verandi nýggjur, áðrenn Kári legði til brots. Hugtakið “nýggjur føroyskur tónleikur” skal tí her skiljast bæði sum kronologiskt treytað, men eisini sum ein kvalitativ endurnýggjan. Tann endurnýggjanin, sum tónleikurin hjá Kára serliga er merkt av, er, at hann aftur her hevur tann fólksliga kórsangin fyri eyga. Tónleik, sum nærum øll kunna læra, men allíkavæl er ein kvalitativ endurnýggjan. Tað er ikki lætt, men Kári hevur í fleiri førum megnað at gjørt júst tað. “Summarkvøld”, ið er yrking hjá Regin Dahl, kann í fyrsta eygnakastið tykjast sum eitt siðbundið lag ala “Einki er sum summarkvøld við strendur”, men tað hevur í sær drøg av nøkrum nýggjum. Lagið bleiv beinanvegin grundpensum hjá kórum kring landið.

Kári hevur eisini verið virkin innan instrumentala tónleikin. Summartónar bleiv longu í 90-unum eitt satt lokomotiv í nútíðartónleikinum, og Kári man øll árini hava havt nýggj verk á skránni. Eitt av hæddarpunktunum á hansara lívsleið sum tónasmiður mundi vera, tá symfoniorkestrið hjá BBC í fjør framførdu tónlistaævintýrið “Veiða vind” við teksti hjá Rakel Helmsdal.

Til lukku við degnum
Kórleiðarin, tónleikarin, tónaskaldið rundar tey sjeyti. Nógv er komið burturúr og nógv er ivaleyst eftir at fáa í lag. Nógvir sangir hjá Kára eru í dag grundpensum hjá kórum og vónin er at nógv kemur afturat frá tínari hond.
Hjartaliga til lukku við degnum, maestro!