Ongi úrslit

Yvir 1.700 fólk mótmæla at nýggj kirkja verður bygd við Sandá

Tey vilja varðveita fríðøkið sum tað er

Áki Bertholdsen
22. mai kl. 08:04

Nú verður tað, at ein endalig støða skal takast til um byggiloyvi skal gevast til at byggja nýggja kirkju við Sandá.

Ætlanin er at byggja eina nýggja kirkju á Argjum og ætlanin hevur verið at byggja hana á einum stykki við Sandá.

Men tað eru tað nógv, sum hava mótmælt og seinastu tíðina hava tey eisini samlað undirskriftir inn fyri at mótmæla ætlanini tí tey vilja varðveita fríøkið sum tað er.

Og á Facebook skrivar bólkurin, sum vil varðveita fríøkið við Sandá, at tilsamans fingu tey 1.751 undirskriftir frá fólki, sum vilja varðveita fríøkið.

Hetta væl meiri enn nakar politikari fekk av atkvøðum á seinasta býráðsvali, leggja tey afturat.

Á myndini stendur er tað Elsa Berg, borgarstjóri, sum stendur við undirskriftunum hon hevur fingið. Myndin er av facebook hjá bólkinum, sum vil varðveita fríøkið.

Mest lisið hesa vikuna

Býráðslimir blivu rørdur og fóru upp at ristast - av navninum á einum vegi

Í gjár kl. 12:00

Sigmund bleiv álopin

21. mai kl. 17:08

Kanna svik

22. mai kl. 10:08

»... Í ódnini fell alt í fátt

23. mai kl. 20:00

Hon er tung um hjartað um at byggja kirkju við Sandá

23. mai kl. 11:25

Tórshavnar kommuna fer kanska at melda seg úr Kommunufelagnum

22. mai kl. 15:01