Landsstýrismaðurin í Fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, hevur í dag boða KAF frá, at hann ikki kann góðtaka semjuna, sum KAF og Starvsmannafelagið gjørdu tann 3. juni.
Hetta boðar Fíggjarmálaráðið frá í tíðindaskrivi.
Í skrivinum stendur, at støðan í samfelaginum er sera nógv broytt seinastu tíðina og fylgjurnar av korona farsóttini hava við sær, at búskaparliga støðan hjá landskassanum er ein onnur. Harvið er grundarlagið undir at gera semjur á almenna arbeiðsmarknaðinum eisini heilt broytt, skrivar Fíggjarmálaráðið.
Hetta hevur við sær, at støði, sum var lagt í semjuni við Starvsmannafelagið ikki undir nøkrum umstøðum haldi fram fyri restina av fakfeløgunum.
Landsstýrismaðurin kann tí, sum støðan er nú, als ikki góðkenna semjuna millum KAF og Starvsmannafelagið, tá tann semjan er á sama høga støði sum semjan, sum bleiv gjørd áðrenn, stendur at enda í boðunum frá Fíggjarmálaráðnum.