Ongi úrslit

Fóru inn í kirkjuna og tømdu kirkjubússurnar

Áki Bertholdsen
30. sepember 2025 kl. 08:08

Síðstu nátt hava tað verið fleiri innbrot fleiri staðni, bæði í Havn og vesturi í Vágum.

Løgreglan sigur, at kirkjan stóð opin og har var onkur farin inn og tey høvdu brotið báðar kirkjubússurnar upp, og vóru farin avstað við pengunum.

Innbrot var eisini í eini matstovu í Vágum og har høvdu tjóvarnir tikið vekslipengarnar.

Løgreglan sigur, at tey kanna málini, men at tey hava ikki nakað serligt at byggja kanningarnar á.

Síðstu nátt varð eisini ringt til løgregluna av einum skeinkistaði í Havn at melda, at har hevði innbrot verið.

Har varð nakað av reiðum pengum stolið.

Í gjáramorgunin varð eisini ringt til løgregluna at boða frá, at innbrot hevði verið í einum staði í Havn, har fólk samlast.

Har varð einki stolið, tí innbrotstjóvurin hevði ikki funnið kassan.

Men innbrotstjóvurin hevði lagt spor eftir seg, tí farvegurin eftir skósólanum var tyðiligur.

Og saman við vakmyndatólunum á skeinkistaðnun, var tað nokk til at løgreglan fann innbrotstjóvin. Og sólin á skónum hann var í, passaði akkurát til sóla-merkini, løgreglan hevði funnið, so tað var leyst og liðugt.

Løgreglan sigur, at talan var um ein ungan mann, og hann viðgekk seg sekan í báðum innbrotunum.

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9. mars kl. 15:03

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

9. mars kl. 07:49

Dettur væntandi niður í nátt

Í gjár kl. 23:57

Ringar at skjóta niður

15 tímar síðan

STRIKA GJALDIĐ Á TÓM HÚS

9. mars kl. 19:42