Ongi úrslit

Nú nærkast at tað verður bíligari at koyra ígjøgnum tunlarnar

Áki Bertholdsen
29. sepember 2025 kl. 10:10

Tá raksturin hvílur í sær sjálvum, ber til at lækka tunnilsgjøldini. Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður

Jaspur Langgaard, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur spurt hann, hvørji útlit eru fyri, at tunnilsgjaldið í Eysturoyartunlinum og Sandoyartunlinum, verður lækkað.

Hann vísir á, at lækkar gjaldið, fara fleiri at brúka tunlarnar, og tað økir um samfelagsnyttuna av teimum.

Og løgmaður sigur, at tann dagurin nærkast, at gjøldini kunnu lækkast. Á fíggjarlógini ár eru 12 milliónir játtaðar til ferðsluveðhald til Eysturtunnilin og Sandoyartunnilin.

Tað er tað, sum manglar í fyri at rinda rentur og avdráttir.

Men tað verður bara brúk fyri 3,44 milliónum - men útrokningar vísa eisini, at tá ið árið í ár er farið, verður javnvág í rakstrinum.

Í 2022 vórðu gjøldini fyri at koyra ígjøgnum tunlarnar lagað til so tey tey, sum koyra nógv, fáa størri avsláttur. Samstundis átók landskassin sær at rinda tunnilsfelagnum ein ferðslustuðul upp á sjey milliónir um árið.

Í sambandi við fíggjarlógina fyri næsta ár, verður mett, at tørvur ikki longur er á ferðslustuðlinum við teimum tunnilsgjøldum, sum nú eru galdandi.

Væntandi verður javnvág í rakstrinum næsta ár, og við tíðini fer tað helst eisini at bera til at lækka gjøldini, sigur løgmaður.

Gjøldini skulu nevniliga ikki vera hægri enn neyðugt fyri at raksturin ber seg, og peningur er fyri viðlíkahald, umframt at gjalda rentur og avdráttir.

Tá ið raksturin gevur avlop, ætli eg, at hetta gjøldini skulu lækkast, sigur Aksel V. Johannesen.

– Heldur verandi ferðsluvøkstur fram, kunnu tunnilsgjøldini lækka í 2027 ella 2028, sigur hann.

Løgmaður heldur eisini, at tað kann eisini vera gott at hava nakað á kistubotninum til óvæntaðar útreiðslur, sum kunnu koma - og til at standa ímóti við, skuldu inntøkurnar minka eina tíð.

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9. mars kl. 15:03

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

12. mars kl. 14:46

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

9. mars kl. 07:49

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30

Dettur væntandi niður í nátt

10. mars kl. 23:57