Ongi úrslit

Frá fótbólti til fade – nýtt barberstudio í Syðrugøtu

Marta Sigurðsdóttir Haraldsen
30. sepember kl. 20:00

Tað var ikki heilt greitt, hvat Kaj Leo í Bartalsstovu skuldi taka sær av aftaná fótbóltin. Men áhugin fyri hári og barberfakinum vaks, og nú arbeiðir hann sum frisør – og hevur latið upp sítt egna barberstudio í Syðrugøtu.

Í Íslandi byrjaði hann at tosa við sín egna barber um møguleikan at gerast frisør, og fekk góð ráð.

– Hann eggjaði mær at royna at fara í skúla og síggja, um tað var nakað fyri meg – og tað eri eg sera glaður fyri, tí mær dámar tað ordiliga væl, sigur Kaj Leo

 

Sambært Kaj Leo ber væl til, at sameina arbeiðið sum barber við ein aktivan fótbóltsleiklut hjá Víkingi.

Egið barberstudio í Syðrugøtu

Kaj Leo hevur júst latið upp, egið studio í nýggju húsunum, har hann býr. Har klippir hann einsamallur og hevur alt, sum hann hevur tørv á. Salongin liggur á Salvarávegi 8 í Syðrugøtu.

Hvat trendar í føroyska barberheiminum?

Hóast Føroyar ofta liggja eitt vet aftanfyri altjóða trendir, eru ávísar frisyrur sera eftirspurddar í løtuni.

– Longri hár saman við einari “taper fade” trendar nógv beint nú, og “burst fade” er eisini øgiliga populert. Tað havi eg gjørt nógv av, síðani eg kom heim. Annars er ein góð “skin fade” altíð ein klassikari, sigur Kaj Leo

Hóast arbeiðið fyrst og fremst snýr seg um mannfólkafrisyrur, er pláss eisini fyri kvinnum, sum ynskja ein líknandi stíl.

– Tað er primert mannfólk, sum koma at klippa seg. Men um konufólk vilja hava eina frisyru í sama stíli, so er tað sjálvandi eisini í lagi, sigur hann við einum smílið

Aftur í Føroyum eftir 12 ár

Aftaná 12 ár uttanlands er hann nú aftur í Føroyum – og tað kennist gott.

– Eg trívist ordiliga væl. Tað hevur verið nógv at taka sær av við at flyta í nýggj hús og gera alt klárt. Samstundis eri eg eisini byrjaður aftur í Víkingi,, sigur hann at enda

 

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

17. desember kl. 10:30

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

17. desember kl. 16:27

Minningarorð: Kristina 1961-2025

19. desember kl. 16:14

Vit vóru noydd at siga nei

18. desember kl. 12:19

Eg lati ikki ein tekniskan feil steðga mær

Í gjár kl. 14:37

Eitt demokrati í kreppu

20. desember kl. 18:48