Ongi úrslit

So nógv kosta tóm hús

Kvívík er ein bygd, har tað standa nógv tóm hús, og har tað er væntandi, at avgjald fer at verða lagt á tey
Áki Bertholdsen
2. oktober 2025 kl. 10:17

Í vár samtykti Løgtingið, at kommunur fóru at fáa heimild til at leggja avgjøld á hús, sum standa tóm.

Eitt endamál var at eggja teimum, sum eiga summarhús, sum standa tóm tað mesta av árinum, til heldur at leiga tey út.

Hetta er ein trupulleiki kring landið, tí í summum bygdum standa nógv hús tóm, og tað er ein útreiðsla hjá kommununi, tí húsini skulu hava vatn og kloakk.

Samstundis noyðast tey fastbúgvandi at rinda hægri skatt enn neyðugt, tí sum nú er skulu tey eisini rinda fyri vatn og kloakk til hús, har ið eingin rindar kommunuskatt.

Men Løgtingið hevur eisini samtykt, at kommunurnar kunnu ikki seta so høgt tænastugjald á tóm hús, sum teimum lystir, tí gjaldið skal ikki vera hægri enn veruligu útreiðslurnar.

Og tað gjaldið skal landsstýrið rokna út – frá ári til ár – út frá roknskapunum hjá kommununum.

Og nú hevur Landsstýrið roknað út, hvussu stórt avgjaldið í mesta lagi fær verið næsta ár:

Avgjaldið kann í mesta lagið vera 7.945 krónur fyri hvørt hús, sum stendur tómt. Tað eru 662 krónur um mánaðin.

Fleiri kommunur hava boðað frá, at tær fara at brúka heimildina og at seta avgjøld á tóm hús, men onkur kommuna hevur eisini gjørt av, at tað fara tey ikki at gera.

Summar kommunur hava boðað frá, at hóast tey seta hægsta gjald á, er tað ikki nokk til at dekka útreiðslurnar, sum tær hava av tómum húsum.

Mest lisið hesa vikuna

Nógvir føroyingar í kirkju í Oslo í morgun

18. januar kl. 15:46

Hann stúrir fyri gongdini við útlendingum í Føroyum - nú skulu tøl á borðið

21. januar kl. 08:51

Turrur fiskur gevur styrki og orku

17. januar kl. 16:19

Montenegro tímdi ikki at spæla

20. januar kl. 18:44

Nú geva tunlarnir ikki longur hall

19. januar kl. 09:34

Pápi og tvey børn sluppu óskadd frá ferðsluóhappi

18. januar kl. 09:41