Í 2011 tók táverandi samgonga ímillum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin, Sjálvstýrisflokkin og Miðflokkin, eina tað mest umstríddu avgerðina í føroyskum politikki- nevniliga at forskatta pensjónirnar.
Tey, sum taka undir við tí, hava ført fram, at tað var við til at seta gongd á føroyska búskapin.
Tey, sum hava funnist at tí, hava ført fram, at hetta er størsta bakkastið fyri haldføri í føroyska búskapinum.
Orsøkin er, at tað, sum kom inn við forskattingini av pensjónum, varð brúkt alt fyri eitt. Og tað merkir, at nú verður tað eitt alsamt veksandi tal á pensjónistum, ið ikki rinda skatt, sum skulu forsyrgjast av teimum, sum arbeiða - og sum rinda skatt.
Tey vísa á, at tá var tað betur, at pensjónistarnir rindaðu skatt av pensjónini, tá ið tey fingu hana útgoldna, tí so kundu teir, at kalla, forsyrgt sær sjálvum.
Flokkarnir, sum settu tað í verk, hava líka síðani tvíhildið um, at tað var rætt at forskatta pensjónirnar.
Men á valfundi í kvøld hevur ein fólkafloksmaður, fyri fyrstu ferð, viðgingið at tað var skeivt at forskatta pensjónirnar.
Tað var eitt av fremstu valevnunum hjá Fólkaflokkinum Fróði Magnussen, sum viðgekk, at tað var skeivt at forskatta pensjónirnar.
Fróði Magnussen er eisini fyrrverandi formaður í Búskaparráðnum og hann segði í kvøld, at var hann í politikki tá, hevði ætlanin um at forskatta pensjónir ikki verið sett í verk.