NRK boðar nú frá, at 200 hús eru tømd og nærum 450 fólk eru flutt burtur síðani skógareldur tók dyk á seg í Ålesund í dag. Flest teirra eru sloppin inn á eitt hotell at sova í nátt.
Sambært sløkkiliðnum er eldurin bert 80 metrar burtur frá nærmastu húsunum nú. Løgreglan boðaði klokkan 22:00 norska tíð frá, at eingin hevur fingið skaða higartil.
Sløkkiliðið sproytar í løtuni kalt vatn á nærmastu húsini, upplýsir tíðindamaðurin hjá NRK á staðnum.
- Hetta er fyri at fyribyrgja stráluhita, tað er sera heitt og vindur er, so gløðir blásast runt í luftini, sigur vakthavandi Sindre Kongshaug.