Ongi úrslit

Eldur í í Ålesund

Tamarhald er ikki á eldinum

Jóhanna Højgaard
2 tímar síðan

Dagføring 18.35:

Løgreglan er í ferð við at fáa tømt 51 heim afturat, har tað eru 142 skrásettir íbúgvar. Hetta ger, at samlaða talið av rýmdum fólkum er næstan 250 í løtuni.

Eldur er komið í náttúruøki í norska býnum Ålesund, og húskir úr umleið 100 heimun eru flutt burtur.

Tað upplýsir norski tíðindamiðilurin NRK.

Eldurin hevur sín uppruna í lendinum millum Atlanterhavsparken og Sukkertoppen í Ålesundi, har eldurin breiðir seg skjótt orsakað av vindi.

- Eitt sera stórt øki brennur í løtuni og eldurin breiðir seg við stórari ferð orsakað av vindinum, sigur sløkkiliðsleiðarin Jon Rune Lillebø við NRK.

Sambært NRK er tamarhald ikki á eldinum, og brunaumsjónin upplýsir, at vandi er fyri at hann breiður seg enn meira.

- Høgar eldsúlur strekkja seg uppeftir, og tað blæsur hart í økinum, sigur NRK-frásøgumaðurin Kaspar Fredrik Selvik sambært fjølmiðlunum.

Brunaumsjónin er til staðar í hópatali á økinum, og ein skógar-sløkkiliðstyrla fer at royna at basa eldinum.

Alt økið kring eldin er avbyrgt og norska løgreglan meldar støðuna sum kritisk. Tey ganga hurð til hurð og biða fólk fylgja við burtur.

Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

15. mars kl. 11:45

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

14. mars kl. 09:13

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

12. mars kl. 14:46

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30

Dettur væntandi niður í nátt

10. mars kl. 23:57

Ann Thomsen 60 ár

14. mars kl. 10:46