Tá ið verandi samgonga varð skipað, var eitt av málunum at stytta arbeiðsvikuna niður í 37 tímar.
Men tað eydnaðist ikki, og tað máttu politikarar standa til svars fyri á veljarafundi, sum fakfeløg skipaði fyri í gjár.
Tað er eingin loyna, at í sagonguni var tað Framsókn, sum ikki vildu góðtaka, at arbeiðsvikan varð stytt við lóg.
Ruth Vang, forkvinna í Framsókn, forklárar, at tað er ein dýr søga at stytta arbeiðsvikuna. Tí gjørdi hon greitt, at skulu vit so brúka pengar upp á at stytta arbeiðsvikuna, mugu vit eisini finna fíggingina til tað.
– Men so langt komu vit ongantíð, segði Ruth Vang.
Hon legði afturat, at høvdu Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi funnið sparingar sum kundi fíggja tað at arbeiðsvikan varð stytt, hevðu tað verið ringt hjá Framsókn at verið ímóti tí.
Sirið Stenberg, forkvinna í Tjóðveldi, helt at ein máti var fyrst at stytta arbeiðsvikuna hjá teimum, sum arbeiða í trískiftisvaktum.
Tað hevði eisini hjálpt teimum, sum ikki arbeiða fulla tíð, tí tað hevði gjørt at tey komu upp á fulla tíð, ella í hvussu so er nærri fullari tíð.
Hvassastu viðmerkingina hevði Aksel V. Johannesen, løgmaður, tí hann segði, at í hesum sambandi var Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, KAF, ein stórur trupulleiki.
– Ein stórur trupulleiki er, at KAFverður stýrt stein - konservativum monnum, sigur Aksel V. Johannesen.
– Tað er mín ærliga meining, legði hann afturat.
Hann segði, at tá ið ávísir lønarbólkar fingu eina serliga lønarhækking, eitt lønarlyft, var tað fyrst og fremst fyri at bøta um trotið á arbeiðsmegi á eldraøkinum og á dagstovnaøkinum.
Hann sigur, eisini, at tað var landskassin sum rindaði - men kortini segði KAF, nai
Tað var eisini bardagin við KAF, tá ið ætlanin var at stytta arbeiðsvikuna - hóast eisihi tað er ein liður í at gera tað lættari at fáa starvsfólk til eldraøkið og dagstovnaøkið, segði løgmaður.