Johann J. Petersen, sum er lærari í Eysturskúlanum í Havn, hevur fingið Novo Nordisk Fondens Naturfagslærerpris.
Tað skrivar Skúlablaðið.
Virðislønina fær hann fyri tað sermerkta arbeiðið hann hevur gjørt fyri at menna undirvísingina í náttúruvísindaligu lærugreinunum.
Johann J. Petersen hevur verið við til at stovna náttúrubreytina, science- og innovatiónsbreytina, og tað er ein breyt, sum hevur vakt stóran áhuga millum næmingarnar.
Tað hevur havt við sær, at fleiri næmingar eru farnir at velja náttúruvísindaligar útbúgvingar.
– Hetta hevur nógv at siga fyri skúla og land, sigur Skúlablaðið. Johann hevur ein arbeiðshátt sum hevur havt við sær, at eisini næmingar og starvsfelagar hava verið við til at menna náttúruvísindaligu lærugreinarnar. Tað hevur hann gjørt við at lata næminarnar arbeiða við ítøkiligum náttúruvísindaligum trupulleikum.
Við at samstarva við stórar fyritøkur og granskingarstovnar, eitt nú Bakkafrost, Hugskotið og Jarðfeingi, hevur Johann verið við til at gera náttúrvísindi til eitt týðandi og væl umtókt yrkisøki, sigur Skúlablaðið.
Undirvísingin hjá honum samantvinnar ástøði og verkligt arbeiði. Eitt úrslit av tí er, at flokkarnir á science-breytini taka lut í First Lego League og kappingum í nýskapan, sum aftur er við til at styrkja hugin og áhugan hjá næmingum fyri náttúruvísindum.
Johann hevur eisini verið við at gera undirvísingartilfar og námsætlanir fyri 7.-9.flokk og hevur verið ein drívmegi at menna starvsfelagar við eitt nú toymisarbeiði og vitanardeiling.
Hetta hevur gjørt, at fleiri lærarar eru vorðnir partur av science-breytini, sigur Skúlablaðið.
– Við Novo Nordisk Fondens Naturfagslærerpris verður Johann heiðraður fyri sín serstaka lut í undirvísingini í náttúruvísindum, fyri at skapa eldhuga millum næmingar og kveikja komandi ættarlið av úrmælingum í náttúruvísindum í Føroyum, leggja tey afturat í Skúlablaðnum.