Ongi úrslit

Tingkvinnan fyri Framsókn ger ikki sum leiðslan í flokkinum vil

Áki Bertholdsen
30. sepember kl. 18:00

Hanna Jensen, tingkvinna fyri Framsókn, er framvegis ímóti fosturtøku.

Tað gjørdi hon greitt á løgtingsins røðarapalli í dag.

Fyrr í ár legði hennara egni landsstýrismaður, Bjarni Káraon Petersen, uppskot um fría fosturtøku fyri Løgtingið.

Men tá atkvøddi Hanna ímóti uppskotinum og sostatt var hon við til at fella uppskotið.

Tað elvdi til rumbul í Framsókn, sum annars setir persónliga frælsið fremst - og flokkurin eisini tekur undir við fríari fosturtøku.

Og í vár gjørdi leiðslan í Framsókn greitt, at tinglimir floksins skuldu fylgja floksins politikki.

Tá segði Ruth Vang, forkvinna í Framsókn, at uppskotið um fosturtøku er í samsvari við tað, flokkurin hevur sagt, at hann stendur fyri.

Sostatt gjørdi hon greitt, at tað er almenni politikkurin hjá Framsókn, at vit skulu hava fría fosturtøku til 12. viku.

Ruth Vang segði fyrr í ár, at nú er floksins politikkur greiður á hesum og samstundis er tað eyðsæð, at tingfólk fyri Framsókn kunnu ikki atkvøða ímóti floksins politikki.

Men tað tekur Hanna Jensen ikki til eftirtektar, tí nú fýra tingkvinnur aftur hava lagt uppskotið um fría fosturtøku, ger hon greitt, at hon tekur ikki undir við tí.

Og samstundis heitti hon á Løgtingið um at fella tað.

Ístaðin mælir hon til, at allir flokkar seta seg saman og royna at gera eina neyðsemju um fosturtøkulógina, sum allir partar kunnu liva við.

– Grundtreytin í okkara samfelagið er, at lívið sleppur at halda fram, sigur Hanna Jensen.

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

17. desember kl. 10:30

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

17. desember kl. 16:27

Soleiðis kann Suðuroyartunnilin fíggjast - uttan at ávirka búskapin nakað serligt

15. desember kl. 09:13

Minningarorð: Kristina 1961-2025

Í gjár kl. 16:14

Vit vóru noydd at siga nei

18. desember kl. 12:19

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

16. desember kl. 10:02