Aksel V. Johannesen, sum í dag er í Keypmannahavn á hálvárligum Ríkisfundi, nýtti har møguleikan at endurtaka tað hann áður hevur sagt við grønlendska landsstýrisformannin, nevniliga tað, at Føroyar stuðla Grønlandi.
Løgmaður skrivar á Facebook:
- Tað hevur týdning - eisini hjá okkum føroyingum – at vit staðfesta, at heimssamfelagið skal regulerast við lóg og altjóða rætti.
Ikki við makt ella hermegi.
Við demokratiskum virðum standa vit saman við Evropa, Norðurlondum– og ikki minst saman við Grønlandi í hesum døgum.