Ongi úrslit

Landsstýrið avmarkar nú møguleikarnar at leiga út til ferðafólk

Áki Bertholdsen
13. januar kl. 12:25

Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í vinnumálum, fer nú at leggja uppskot fyri Løgtingið um at avmarka møguleikarnar at leiga bústaðir út til ferðafólk.

Uppskotið verður lagt fyri Løgtingið í vár.

Endamálið er at geva kommunum heimild at avmarka stutttíðarleigu ígjøgnum Airbnb ella upp á aðrar mátar.

Úrslitið kann verða, at fleiri íbúðir og hús verða til leigu til bústaðir, samstundis sum at tað ikki fer at loysa seg líka væl at keypa bústaðir við spekulatión fyri eyga, sigur Eirikur í Jákupsstovu. landsstýrismaður í tilfeingis- og vinnumálum.

Sum støðan er í Føroyum í dag, er tað serliga á størru plássunum at bústaðarneyðin er stór, og ein orsøk til tað er, at nógvir bústaðir verða bara leigaðir út til ferðafólk.

Samstundis kann tað verða ein góður møguleiki fyri til øktum ferðavinnuvirksemi, at bústaðir eru til taks til ferðafólk - og eisini kann hava við sær, at ognir verða hildnar og brúktar, ið annars ikki høvdu verið tað.

Eitt úrslit av nýggju lógini er, at nú fáa kommunurnar heimild at seta reglur fyri, hvussu nógvir dagar um árið, tað er loyvt at leiga út til ferðafólk.

Afturfyri mugu kommunurnar hava eftirlit við, at dagatalsmarkið verður hildið.

Lógin fevnir bert um sjálvstøðugar bústaðir, har útleigari ikki hevur sín fasta bústað sambært fólkayvirlitinum. 

Endamálið við uppskotinum er sostatt ikki at avmarka møguleikarnar hjá fólki at leiga út partar av egnum bústaði.

Mest lisið hesa vikuna

Kilovís av kokaini umborð á Norrønu

Í gjár kl. 20:55

Feilur í fínteljing: Jóhan Christiansen komin aftur í tingið

Í gjár kl. 10:42

At vera prestur og samkyndur í Føroyum

20 tímar síðan

Tá ið antizionisma gjørdist partur av valstríðnum í Føroyum 2026

31. mars kl. 20:08

Eg leggi ikki í hvat fólk siga

28. mars kl. 19:26

Nú er tað BÍLIGARI at verða føroyingur - sum heild eru prísirnir lækkaðir

27. mars kl. 11:24