19 ára gamla Sophilia Wraae Mukia úr Havn er ein av teimum fimm spírunum úr sendingini sum eru vorðin landskend seinastu vikurnar. Longu sum sjey ára gomul byrjaði hon at syngja í barnakóri hjá Sigrið Sivertsen, har hon helt fram, til hon var 15 ára gomul. Afturat hesum hevur hon eisini sungið í gospelkórinum Brak. Sophilia er tó vorðin minst líka kend fyri sínar framførslur í “Hoydalar”, sum fyri sjálvan sangin.
Kom óvart á at verða boðin við
Í tíðini upp undir at sendingin skuldi takast upp sang eg als ikki. Tí kom tað kanska eitt sindur óvart á meg, tá eg bleiv biðin um at senda eina umsókn um at luttaka í sendingini.
– Fyrst spurdi eg, hvat sendingin snúði seg um. Um hetta var ein kapping, sum til dømis X Factor, ella um talan var um eitt annað konsept. Eg fekk at vita, at tað minnti eitt sindur um “Toppen af Poppen”. Tað helt eg ljóðaði spennandi, tí eg hevði ikki hug til at fara í gongd við eina kapping akkurát tá.
»Eg væntaði als ikki at framførslan fór at fáa eina so stóra reaktión«
Hugurin birtist aftur
– Aftaná at umsóknin var farin avstað fekk eg veruliga hug at syngja aftur. – Talan var um eina afturlatna upptøkuroynd, har nøkur vórðu vald út at søkja um at sleppa við. Vit, sum vóru so heppin at sleppa við, blivu síðan uppringd, og so byrjaði tilgongdin at gera sendingina.
Uppgávan hjá spírunum í sendirøðini er at tulka sangir hjá kendum føroyskum tónleikarum. Framførslurnar hjá Sophiliu eru lívligar og víkja ofta nokkso nógv frá upprunaligu løgunum. Tó var tað serliga ein framførsla, ið hevur fingið heilt nógva almenna umrøðu. Tað var tá Sophilia framførdi “Føroyingar” hjá M.C Restorff.
– Eg væntaði als ikki at framførslan fór at fáa eina so stóra reaktión. Eg gekk út frá at nøkur fólk fóru at hugsa “hvat ólukkan ger hon”, men eg væntaði at tað fór at verða tað.
Upprunaliga ætlaði Sophilia at syngja “Ein Glotti Fyri Framman”, men Filip fekk tann sangin. – Eg mátti aftur fara at leita, men tað var torført. Eg vildi ikki syngja ein sang við einum ov religiøsum boðskapi. Eg eri ikki nakar serliga trúgvandi persónur, so eg vildi helst ikki tann vegin.
– So fann eg “Føroyingar” og hugsaði hví ikki. Eg ánaði ikki hvussu eg skuldi tulka sangin, og fór tí at nærlesa tekstin. Sum eg tulkaði triðja vers, varð dentur lagdur á at vit føroyingar mugu halda uppá okkara virðir, og ansa eftir øllum tí útlendska.
Eg hugsaði at bjóða hesum partinum av, tí í Føroyum eru longu nógvir útlendingar, og tey eru eisini føroyingar. Stutt undan stóra degnum, broytti Sophilia ætlanirnar um framførsluna.
– 2-3 dagar áðrenn framførsluna, kom hugskotið til mín, at gera seinasta versið til eitt rapp. Eingin annar hevði rappað, og tí helt eg tað hevði verið kul. So smekkaði eg nøkur orð saman.
»Mær dámar best at njóta lívið og taka tað sum tað kemur«
– Tú varpaði ljós á hvussu tað kann kennast at vera av øðrum húðarliti í Føoyum. Er tað trupult at vera ein etniskur minniluti í Føroyum? – Persónliga haldi eg ikki tað er trupult. Eg havi eitt sterkt bakland, eina góða familju og góð vinfólk. Eg leggi sjálv ikki í hvat fólk siga, men eg veit um vinfólk sum hava upplivað keðilig ting.
»Aftaná at hava fingið so nógvar positivar afturmeldingar havi eg fingið blóð uppá tonna«
Ikki illa meint
– Tað er mest hetta her tá fólk spyrja “hvar kemur tú frá”. Eg veit væl at tað er als ikki illa meint, og eg vildi heldur flenna at støðuni og fáa onnur at relatera til hana, men fólk tóku tað øgiliga seriøst.
– Fara vit at síggja meira til Sophiliu í framtíðini? – Aftaná at hava fingið so nógvar positivar afturmeldingar havi eg fingið blóð uppá tonna, men júst hvat tað endar við veit eg ikki. Har vera onkrar framførslur her og der, men annars liggur onki konkret á borðinum. Mær dámar best at njóta lívið og taka tað sum tað kemur.